Nøkur av málunum eg brenni fyri

-

Robert Vilhelmsen
1. november 2024 kl. 17:01

𝐄𝐥𝐝𝐫𝐚ø𝐤𝐢ð

Alneyðugt er at nøkta tørvin á røktarheimum og viðkomandi tænastum til heimabúgvandi við serligum tørvi, m.a. stuðul til regluliga reingerð. Heima sum longst skal raðfestast og m.a. tilboð um Eldrabúfelagsskap. Bíðilistarnir skulu fáast á eitt rímuligt støði.

𝐁𝐮́𝐬𝐭𝐚ðarneyðin

Bústaðir til eldri, familjur, lesandi, tilflytarar og borgarar við serligum tørvi. Byggjast skulu almannagagnligir bústaðir har leigukostnaðurin er á einum nøktandi støði til allar borgarar. Eitt sum grannalondini hava sera góðar royndir við, er eldrabúfelagskapir ella eldracampus til 55+ bólkin, sum er sjálvstøðugar leigu- ella lutaíbúðir við tilknýttum felagstænastum eftir tørvi, t.d. matarskipan, felagshøli, venjingarhøli, grøn øki og gott felagslív, har trivnaðurin er í hásæti.

𝐎𝐲𝐠𝐠𝐣𝐚𝐥𝐞𝐢𝐤𝐢𝐫𝐧𝐢𝐫 𝟐𝟎𝟐𝟕, fyritreytir og fyrireiking

Vit skulu fyrireika okkum til at rúma Oyggjaleikunum og mest av øllum avrika góð úrslit í øllum ítróttargreinunum. Frælsur ítróttur hevur alstóran tørv á umstøðum til innandura venjing alt árið, hetta er alneyðugt um vit skulu gera okkum galdandi á hesum øki. Ein høll við staðseting nærhendis og við tilknýti til Tórsbreyt er av alstórum týdningi. Tórsbreyt er ikki klár til at rúma Oyggjaleikunum og munandi raðfestingar mugu fremjast í verki beinanvegin.

𝐔𝐦𝐡𝐯ø𝐫𝐯𝐢ð og Trivnaður

Kommunan skal fevna um allar borgarar og virka fyri góðum og tryggum umstøðum fyri ung, eldri og tey við serligum tørvi. Vit skulu hava ein grønan bý, nógv fríøki sum t.d. Grasagarður og so mugu kloakviðurskiftini raðfestast beinanvegin. Tung ferðsla er við havnaøkið og framvið strondvegnum. Her má skipast ein trygg breyt til allar borgarar niðanfyri vegin Yviri við Stond, tvs. knýta havnaøkið og Hoydalar saman til tørvin hjá bleytu ferðsluni soleiðis, at hesi trygt kunnu njóta vakra túrin fram við strond til gongu, í koyristóli, renna, súkla og eisini kunna spæla við børnunum niðri við sjóvarmálan í góðveðri.

Eg takki so hjartaliga fyri allan stuðul til at kunna fremja hesi málini í verki.

Vilt tú hava eina skjóta og góða loysn á hesum málum og tørvinum sum heild?

Set X við Robert Vilhelmsen á lista C Javnaðarflokkurin - Vit fremja úrslit