Fýrafaldi grand slam vinnarin, Naomi Osaka, hevur í dag skelkað tennisheimin við at boða frá, at hon ætlar sær ikki at stilla upp til tíðindafund eftir dystirnar í French Open, sum annars verður væntað og kravt av spælarunum.
Orsøkin er, at tað er ikki gott fyri sálarligu heilsanina, sigur japanska Osaka, ið vann sína fjórðu grand slam kapping í Australian Open í februar í ár.
Sambært Osaka er tað sum «at sparka ein liggjandi persón», tá ítróttarfólk skulu svara spurningum frá miðlafólki eftir taptar dystir.
- Eg havi ofta merkt, at fólk taka ikki atlit til sálarheilsuna hjá ítróttarfólki, og hetta ger seg galdandi, hvørja ferð eg síggi ein tíðindafund ella luttaki á einum, sigur Osaka.
Tað er ikki óvanligt at síggja tennisleikarar sjónliga irriteraðar til tíðindafundir, tí vanligt er, at tíðindafólkini seta rættiliga skrappar spurningar – serliga um mentalu styrkina hjá leikarunum, og ofta ganga spurningarnir út upp á tað sama.
French Open, ella Rolland Garros, sum kappingin í grundini eitur, fer av bakkastokki nú sunnudagin.
Reglurnar í sambandi við grand slam kappingar áseta, at íðkarar kunnu fáa upp til 20.000 dollarar í bót, um teir ikki røkja sínar miðlaskyldir, so sum at stilla upp til tíðindafund eftir loknan dyst.
Osaka leggur aftrat, at hon hevur einki persónligt móti kappingini, og at hon vónar, atbótin, ið hon væntast at skula gjalda, fer til vælgerandi endamál innan sálarheilsu.
Um samanborið verður við fótbólt, kann nevnast, at Premier League hevði í hyggjuni at geva fyrrverandi Manchester United venjaranum, Sir Alex Ferguson, 5000 pund í bót fyri áhaldandi at nokta at svara spurningum frá BBC í sambandi við Manchester United dystir. Møguleiki varð at geva Ferguson bót á 20.000 pund fyri hvørt brot á reglurnar, men at enda komu Ferguson og BBC ásamt um at taka samskiftið upp aftur, og bótin varð slept.