Kortanei!
Tað er stutta og avgjørda svarið, sum ukrainska felagið HC Galychanka Lviv úr Ukraina hevur givið H71 upp á fyrispurningin um at spæla báðar fjórðinsgfinalurnar í EHF-Cup kappingini í Føroyum.
Ukrainska felagið er ikki sinnað at spæla báðar dystirnar á útivølli og tvíheldur um rættin til heimavøll í fyrra dystinum.
Tað váttar Anna Dam, forkvinna í H71.
Samráðingar eru framvegis í gongd millum feløgini, nær dystirnir skulu spælast og hvar. Tær samráðingarnar skulu vera lidnar fyrst í næstu viku, tí í seinasta lagi 25. januar, sum er týsdagin, skulu feløgini boðað Evropeiska Honbóltssambandinum, EHF, frá, hvussu dystirnir verða spældir.
H71 hevur ynskt at spæla báðar dystirnar sama vikuskifti og hevur skotið upp, at tað verður í Føroyum 12. - 14. februar. Men hesum ynski hevur ukrainska felagið víst frá sær.
Nevndin í H71 viðger í løtuni spurningin. Ítróttarliga kann H71 liva við at spæla annan ella báðar dystirnar á útivølli, men tað er ein stór fíggjarlig byrða og avbjóðing fyri felagið, sigur Anna Dam.
Lutakastið um fjórðingsfinalurnar var fyrr í vikuni, og sambært skránni skulu hoyvíkingar spæla fyrra dystin á útivølli 12. februar og seinna dystin á heimavølli 19. februar.