Nakrar leysar takplátur fuku eftir innangarðsvegnum í Syðrugøtu og gjørdu skaða á hesi húsini
Nógvur vindur í nátt
Tað hevur verið nógvur vindur i Syðrugøtu í nátt
Ragnar Sjúrðarson
28. januar 2024 kl. 14:35
Tað er sunnan í ættini og vindhart í Syðrugøtu. Serliga um 05 tíðina í morgun leikaði sera hart á.
Lukkuvís er bara hendir nakrir smávegis skaðar av ringa veðrinum, sigur varasløkkiliðsleiðarin í Eysturkommunu.
Í einum húsum fór Klædningurin, men sløkkiliðsmenn í Eysturkomunu komu á staðið og syrgdu fyri at skaðin ikki bleiv størri.
Í løtuni er ringt veður kring alt landið.
Har hava verið fleiri avlýsingar hjá skipunum hjá Strandferðsluni í dag og eingir bussar hjá SSL koyra í løtuni.