Nógvur jólahugni í Vági allan mánaðin

Tað er nógv á skránni, bæði fyri børn og vaksin - og fyri alla familjuna

Áki Bertholdsen
8. desember 2024 kl. 17:31

Vágbingar plaga at gera nógv burturúr á jólum - og tað verður ikki minni í ár. Jólahátíðin er longu byrjað og tey halda fram, líka til nýggjársdansurin í Vágs høll endar einaferð tíðliga nýggjársmorgun. Jólatræið skuldi tendrast sunnu dagin og tað er eitt nýtt træ tey hava fingið. Upp undir jól í fyrr árið fingu tey eitt seks metra stórt jólatræ úr Hollandi, sum varð sett niður við tí endamáli at hava eitt livandi træ, so at tey sluppu undan at fella eitt nýtt træ hvørji jól. Men herfyri hendi tað, at træ ið varð sjúkt, tað misti allar nálirnar og stóð ikki til at bjargað. Tí er tað felt, so í ár hava tey keypt eitt avkappað træ, men ætlan in er at gera eina roynd afturat at gróðurseta eitt træ.

Fyri allar aldursbólkar

Annars er nógv á skránni fyri allar aldursbólkar. Skatta veiða fyri børn verður við minnis varð an har nissur krógva seg so at børnini sleppa at royna seg. Og nýggjársaftan verður barnatiltak í Vágshøll har Ingi Poulsen og Bubu eru við.

Somuleiðis verður eitt titak í Miðlatúni fyri børn, har Dagfinn Olsen lesur eina jólasøgu fyri børnunum og tey fara at syngja nakr ar jóla sangir.

Og Jólamenn verða eisini at síggja í Vági nakrar ferðir og teir hava nokk av karamellum við. Og í Suðuroyar Sparikassa hava tey ein jólabý, sum verð ur opin tá ið sparikassin annars hevur opið. Og 13 desembur verður Luciudagur við innskúlingini og har verða bæði søgur og sangur og øll eru vælkomin.

Annars verður eisini nógvar konsertir í Vági. Náttaravnarnir kunnu fara til Jugga har konsertir verða hvørt leygar kvøld til langt út á náttina. Tann 9. desembur hevur musikk skúlin jólakonsert í skúlanum og í kirkjuni hevur kirkjukórið, Ljómur, jólakon sert 15. desembur. Sama dag verður jólini eisini sung in inn í Frelsunnarherinum.

Harumframt verða guds tæn ast ur og møti fleiri staðni, bæði í kirkjuni, í Bethel og hjá Frelsunnarherinum. Og so hevur kendi vág bing ar akkurát givið endur minn ing ar sínar út og hon verður løgd fram í Miðlatúni 4. desembur, tá ið tað eisini ber til at hitta høvundan. Og á verkstaðnum á Bakka hava tey eisini jólasølu heilt fram til jóla.

Sleppa eisini at røra seg

Tey, sum vilja gardera seg eitt sindur upp undir jóla døgurð an, eru heldur ikki við sviðu soð. Rørslufelagið, Hvistan, skipar fyri fleiri til tøk um, umframt at gongu túr ur verð ur eftir fjøllunum.

Og so hevur Pálshøll eisini opið um dagarnar. Sum nakað forvitnisligt, hevur Pálshøll eisini opið jólaaftansmorgun Tað er eitt tiltak, har fólk kunnu fáa sær nakrar longdir upp á loggin upp undir jóla matin, ella familjur kunnu fara at hugna sær í baði landinum.

Og tað er eisini vert at leggja merki til, at tollaksmessukvøld hava gávuhandlarnir ikki opið til klokkan 22 sum vant, men teir lukka tveir tímar fyrr, klokkan 20. Tey siga, at tað er fyri at virða jólafriðin hjá við skifta fólkunum og starvsfólkunum í handlunum, soleiðis at øll kunnu njóta jólini og gerast klár til jóla aftan. Annars sæst øll skráin á www.vagur.fo

Men tey gera vart við, at broytingar eru væntandi so hvørt.