Nógvir útlendingar hjá AB eru farnir til hús

AB skal blanda kortini av nýggjum til seinnu helvt í landskappingini í fótbólti, nú fleiri útlendskir leikarar eru ella fara úr felagnum. Ein teirra er Karl Leth, ið sigur við bold.dk, at umstøðurnar uttanfyri vøllin gjørdu, at sáttmálin við AB bleiv ógildaður. – Aðrir leikarar koma inn, og málið er enn sum áður; at varðveita plássið í deildini, sigur Marius Thomassen, formaður í AB

Tað var undan landskappingini í ár, at Marius Thomassen, formaður í AB, boðaði frá, at felagið fór at gera tingini øðrvísi. Ein nýggj skipan varð sett í verk, har fleiri útlendskir leikarar komu til felagið, men tað var ikki uttan trupulleikar. AB kom veruliga í andglettin í mai, tá tað kom fram, at felagið tók alla lønina inn aftur í húsaleigu. Tillagingar eru síðan gjørdar, men nú er greitt, at minst fimm leikarar fara úr felagnum (Mynd: Skermmynd/Kringvarp Føroya)
Sigurjón Einarsson
5. juli 2022 kl. 15:57

Tað verður ein heldur øðrvísi uppgáva hjá nýggja AB-venjaranum, Henrik Larsen, tá ið AB skal fyrireika seg til seinnu helvt av landskappingini í Betri deildini, tí fleiri útlendskir leikarar hjá AB hava valt at fara úr AB í summarhálvuni.

– Alt er ikki komið upp á pláss enn, men tað eru higartil fimm leikarar, sum ikki vera í AB til seinnu helvt, sigur AB-formaðurin, Marius Thomassen, við Dimmalætting.  

Danski ítróttarmiðilin bold.dk skrivar, at 19 ára gamli Karl Leth, sum hevur verið við í øllum 15 dystunum í fyrru helvt, heldur ikki fram í AB eftir summarsteðgin. Hann sigur, at tað er umstøðurnar uttanfyri vøllin, sum ger, at hann nú hevur valt at gevast í AB.

– Tað var ikki nógv skil á serliga nógvum. Eg haldi, at eg bert havi fingið lønina til tíðina eina ferð, meðan eg var har uppi, og so mistu vit eisini tríggjar venjarar upp á eina viku, sigur Karl Leth í samrøðu við bold.dk.

Fyriuttan Karl Leth, so er eisini greitt, at málverjin, Rasmus Jepsen, sum hevur leikt 11 dystir við AB, gevst í felagnum. Eyðsýndi áleyparin, sum hevur skorað fimm mál í Betri Deildini í fyrru helvt av kappingini, Agustín Marsico, fer eisini heim, men hann hevur, sambært formanninum, havt tað trupult við at falla til í Føroyum, millum annað tí, at hann ikki tosar enskt, so hann hevði eitt ynski um at sleppa aftur til heimlandið. Eisini eru aðrir leikarar, sum kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð, har avtala er gjørd millum partarnar, at siga sáttmálan upp.

– Tað hevur verið øgiliga rokut hjá nógvum av leikarunum hetta seinasta hálva árið, so tað eru nakrir leikarar, sum hava havt eitt ynski um at sleppa úr sáttmálanum, og tað ynskið hevur felagið so gingið teimum á møti, sigur Marius.

Eisini er ivamál um ukrainski leikarin, sum annars júst hevur fingið loyvini uppá pláss, Oleksandr Scnizhko, verður við í seinnu helvt, men hann hevur eitt ynski um at leika fótbólt á hægri støði.

Formaðurin í AB vísir á, at felagið ikki hevur áhuga í at halda upp á leikarar, ið ikki vilja vera í felagnum, so nú verða kortini blandað av nýggjum.

– Leikarar fara og aðrir koma inn, men málið er enn sum áður; at varðveita plássið í deildini, sigur Marius Thomassen.

Formaðurin vísir á, at teir nýggju leikararnir, ið koma inn í hópin til seinnu helvt, koma teir flestu úr Norðurlondum.

Eisini er greit, Marius Kryger Lindh heldur fram í felagnum. Hann hevur eisini verið sera eyðsýndur í teimum 15 dystunum, hann higartil hevur leikt við AB.

Sostatt verður tað talan um mestsum eina nýggja byrjan hjá AB til seinnu helvt. Felagið hevur fingið ein nýggjan venjara, stór útskifting verður í hópinum og skráin fyri august sær ikki minni tespilig út.

27. juli skal AB á heimavølli spæla móti EB/Streymur, men hereftir skal AB spæla ímóti HB, KÍ, NSÍ og so aftur KÍ á útivølli, áðrenn HB og B36 koma á vitjan úti við Vika á Argjum fyrst í september.

AB er á einum sætta plássi við 16 stigum, nú kappingin er farin í summarfrí.

AB í andglettinum
Tað var undan hesum kappingarárinum, at Argja Bóltfelag skuldi gera tingini øðrvísi til hetta kappingarárið, nú felagið aftur skuldi spæla í bestu deildini. Í hesum sambandi varð ein nýggj skipan sett í verk, har felagið skuldi fáa nógvar spælarar inn, og so skuldu teir leikarar, ið kanska ikki stóðu so sterkt inni í myndini, skiftast út gjøgnum árið.

Men í mai mánað kom felagið í andglettin, tá tað kom fram, at felagið hevur gjørt sáttmálar við útlendskar leikarar, sum í roynd og veru innibar, at leikararnir ikki fingu nakrar pengar frá felagnum, tí felagið tók alla lønina inn aftur í húsaleigu.

Við Dimmalætting segði formaðurin í AB, Marius Thomassen, um miðjan mai, at:

– Vit hava riggað okkum til upp á ein máta, sum vit hildu vera tann rætti, men vit hava tillaga okkum síðan byrjan. Men eg skal viðganga, at hatta sær ikki gott út. Tí áttu vit eisini at broytt tað fyrr, men tað hava vit ikki havt stundir til, men nú er tað gjørt. Vit hava gjørt tað soleiðis, tí vit ikki hava verið tryggir um, hvussu leigustøðan fór at vera, og tað skuldu vit sjálvandi havt broytt fyrr, segði Marius Thomassen tá.  

Hetta var ein skipan, ið táverandi ítróttarstjórin í AB, Jonas Dal Andersen, kom við, men nú hevur fyrrverandi ítróttarstjórin valt at taka av einum øðrum tilboði, har hann skal taka sær av fótbóltsakademiinum hjá FC Midtjylland í Nigeria.

Men hóast ítróttarstjórin nú er farin úr AB, so sigur formaðurin í AB, at tað verður arbeitt eftir sama leisti, sum er tillagaður síðan byrjan.

– Øll vita, at tað er tungt fíggjarliga at reka eitt felag, og tað er tað eisini hjá okkum. Men sjálvandi skulu vit bera okkum ábyrgdarfult at, sigur Marius Thomassen.