Ongi úrslit

Nógvir suðuroyingar sleppa nú frá at fara til Havnar í sjúkraørindum

Nú kunnu nógv læknaørindi, sum suðuroyingar higartil hava verið noyddir at fara til Havnar til, avgreiðast á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Hvørja ferð, suðuroyingar hava brúk fyri læknaviðtalum, ella sjúkraviðgerð, í Havn, er tað ómetaliga tíðarkrevjandi, tí ferðasambandið er so vánaligt.

Tað er ikki ókent fyri suðuroyingr, at ein læknaviðtala, sum varar ein hálvan tíma, krevur at fólk eru heimanífrá einar 15-16 tímar.

Men Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at nú verða broytingar settar í verk soleiðis, at framyvir sleppa heilt nógvir suðuroyingar frá at fara til Havnar til lækna, bæði til sálarfrøðing, ella til aðrar læknar.   

Í hesum sambandi verður ein skipan sett í verk nú á nýggjárinum, har  sálarfrøðingar regluliga fara til Suðuroyar, kanska eina ferð um vikuna, at hava viðtalur við fólk, sum hava fingið ávísing frá kommunulækna.

Her er bæði talan um skipanina fyri ung ímillum 15 og 25 ár, sum kunnu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp, og um vanligu skipanina, har fólk sjálvur rindar ein part av kostnaðinum.

Sostatt fara suðuroyingar, í heilt nógvum førum, at sleppa frá at fara til Havnar, hvørja ferð tey skulu hava viðtalu við ein sálarfrøðing.

Men tað eru eisini aðrir sjúklingar, sum nú sleppa frá at fara til Havnar og í hesum sambandi er ein skipan sett í verk við talgildum viðtalum.

– Tað merkir, at tá ið ein sjúklingur skal hava viðtali við ein lækna norðanfjørðs, verður, í nógvum førum, ikki longur neyðugt at fara til Havnar, sigur landsstýriskvinnan.

Ístaðin ber til at fara á Suðuroyar Sjúkrahús, har eitt rúm er sett av, so at sjúklingurin kann hava viðtaluna á internetinum.

Her er bæði talan um vanligar viðtalur, og um fyrireikandi viðtalur sum krevast, tá ið ein sjúklingur skal undir skurð, ella fáa aðra viðgerð á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hereftir kunnu fyrirekingarnar sostatt ístaðin gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur Súsanna Bertholdsen.

Skipanin byrjaði á ortopediska økinum við góðum úrslitum, og er nú víðkað til fleiri sergreinar, sigur Súsanna Bertholdsen.

Eitt nú er vanligt, at tá ið sjúklingar skulu undir skurð á sjúkrahúsi norðan fyri, skal fyrst ein journal skrivast í sambandi við viðgerðina.

Hetta tekur minni enn ein hálvan tíma, men higartil hevur verið neyðugt hjá suðuroyingum at brúka ein heilan dag norðan fyri til endamálið.

Nú kann hetta, í heilt nógvum førum, eisini avgreiðast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Alt selt eftir ein minutt

10 tímar síðan

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42