Tann fyrsta septembur í ár, búðu 54.679 fólk í Føroyum og tað eru bara 303 fólk, ella 0,6 prosent, meiri enn fyri einum ári síðani, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Tað merkir, at fólkavøksturin, sum hevur verið, er at kalla steðgaður upp og hetta seinasta árið er fólkatalið ikki vaksið so nógv sum árini frammanundan.
Orsøkin til fólkavøksturin hetta seinasta árið, er, at vit hava havt eitt burðaravlop upp á 131, og eini nettoflyting upp á 172 fólk.
Tað merkir, at 131 fleiri børn vórðu fødd enn tað vóru fólk, sum doyði, og 172 fólk fleiri flutti til Føroya enn tað flutti úr Føroyum.
Men gongdin vísir, at nógvir pílar venda tann skeiva vegin. Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið var burðaravlopið eini 80 fólk minni enn tað var frammanundan - og tað er serliga, tí at færri børn vórðu fødd.
Talið á teimum sum doyggja, liggur rættiliga fast á umleið 35 fólk um mánaðin, men samstundis verða alsamt færri børn fødd. Fyri trimum árum síðani vórðu eini 54 børn fødd í miðal um mánaðin, men hetta seinasta ári eru ikki meiri enn 44 børn fødd um mánaðin.
Fyri góðum fýra árum síðani vórðu 60 - 61 børn fødd í miðal um mánaðin, so afturgongdin er stór.
Samstundis flutti 100 fólk færri til Føroya hetta seinasta árið enn undanfarin ár.
– Hóast færri fluttu av landinum í fjør, vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið, sigur Hagstovan. Tey leggja afturat, at í fjør var tilflytingin helvtina minni enn vit eru von við hesi seinastu árini.