Tað verður nú av álvara talt niður til stóra dystin í Molde í annaðkvøld, og í norsku miðlunum verður framvegis nógv prátað og skrivað um tað heilt óvanliga, at lítla KÍ úr Føroyum fer á Aker Stadion í Molde í morgin at verja 2-1 leiðslu ímóti norska meistaraliðnum.
Fíggjarætlanin hjá KÍ er umleið 10 millilónir, og hjá Molde er fíggjarætlanin umleið 188 milliónir krónur. Hesin veruleikin ber í sær sjálvum við sær, at tað í Norra eru nógv, sum halda við Dávidi ímóti Goliat. Og so er tað bara soleiðis, at tað eru ikki so fá, sum halda við øðrum norskum feløgum enn Molde, unna ikki meistaraliðnum undanvind í Europa og harvið nógvar milliónir eyka í inntøku.
Tá ið korona gjørdi um seg, bar til at síggja føroyskan fótbólt í norskum sjónvarpi. Tá tóku norsku hyggjararnir føroysk feløg til sín, og eitt av teimum var KÍ.
-Eg havi hildið við KÍ, síðani vit undir koronusóttini sóu føroyskan fótbólt í sjónvarpinum. Nú avrikar KÍ so væl, at eg eri farin at nevna liðið Klaksvik United, sigur ein viðmerkjari undir grein í VG, og hann heldur fram:
-Hóast eg búgvi í Molde, so taki eg á við KÍ. Tað eru so nógvir úr Molde í KÍ, at tað er ikki undarligt, um vit rokna Klaksvík at vera eitt av lokalu feløgunum í Molde, og ein annar leggur aftrat, at hann vónar, at KÍ fer at gera av við liðið, sum Løkke hevur keypt. Hetta er sjarmerandi og imponerandi, og tí haldi eg við KÍ.