Nógvir eftirskjálvtar verið síðani midnátt

Jørðin ristist enn á Reykjanes hálvoynni. Frá midnátt til klokkan sjey í morgun hava serfrøðingar frá íslendsku veðurstovuni staðfest 242 smærri jarðskjálvtar

Sigurjón Einarsson
25. februar 2021 kl. 10:17

Tað hevur verið nógv virksemi undir jørð í skjálvtaøkinum á Reykjanesi hálvoynni síðani í gjár, og í nátt hevur íslendska veðurstovan staðfest 242 skjálvtar. 20 av hesum vóru skjálvtar, ið vóru máldir at vera meira enn tvey á richterskalanum, har tveir skjálvtar vóru størri enn trý – ein beint áðrenn klokkan eitt í nátt, ið varð máldur til 3,1, meðan hin varð máldur til 3,4. Tað var um hálvgum fýra tíðina í nátt.

57 jarðskjálvtar hava verið størri enn trý á richterskalanum, síðani seks minuttir yvir klokkan 10 í gjáramorgunin, tá ein skjálvti rakti høvuðsstaðar økið í Íslandi, ið máldi eina jarðskjálvtastyrki á 4,3. 20 sekund seinni var aftur ein skjálvti, sum varð máldur at hava eina jarðskjálvtastyrki á 5,7.

Myndugleikarnir vænta, at enn kunnu stórir skjálvtar væntast komandi tíðina, og løgreglan hevur biðið fólk at tryggja síni hús væl og taka alt av veggjunum, skuldi tað hent seg, at stórir skjálvtar raka høvuðsstaðarøkið komandi dagarnar. Enn hava myndugleikarnir ikki hoyrt um nakran álvarsligan persónskaða.

Myndugleikarnir hava eisini verið úti í miðlunum í gjárkvøldið og sissa fólkið um, at húsini í høvuðsstaðarøkinum eru bygd til at klára skjálvtar á hesum stigi.