I hesum døgum eru tað nógvir bilførarar, sum eru komnir upp um morgunin – men sum hava verið noyddir at ganga til arbeiðis.
Bæði síðstu nátt, og í nátt, hevur løgreglan nevniliga verið á ferð í Havnini, og í Eysturoy, har tey hava tikið nummarpláturnar av bilum, har eigararnir ikki hava goldið vegskatt.
Hendan dagin fekk løgreglan ein lista frá Akstovuni við nøvninum á heili 641 bilførarum á, sum ikki høvdu goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.
Boðini frá Akstovuni eru, at bilarnir skulu missa nummarpláturnar til fíggjarligu viðurskiftini eru fingin í rættlag.
Og nú er løgreglan farin at arbeiða seg ígjøgnum listan og í hesum umfari hava tey verið runt í Eysturoynni og í Havnini.
Og tilsamans hevur løgreglan tikið pláturnar av 79 akførum hesar báðar seinastu næturnar.
Løgreglan sigur, at tey royna at ringja runt til bileigarar fyri at minna tey á at gjalda, men hevur bilførarin ikki eina kvittan at vísa løgregluni, verða pláturnar tiknar.
Tað merkir, at bilurin skal skrásetast av nýggjum, tá ið eftirstøðan er goldin, og tað er ikki heilt ókeypis heldur.