Ì gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar fleiri staðni, men tey siga, at sum heild var støðan góð.
Í hesum sambandi vóru tey við nakrar skúlar um tað mundi í gjáramorgunin, tá ið skúlarnir byrja, og kannaðu skilið tá ið foreldur koyrdu børnini í skúla.
Hetta var bæði í miðstaðarøkinum og norðan fyri, men løgreglan sigur, at alt sá gott út, og eingin varð skrivaður upp. Øll børnini brúktu tað kravdu trygdarútgerðina og tað ferðslan var varislig við so nógvum børnum á vegnum.
Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í Havn og í Eysturoy og har fingu fimm bilførarar bót. Tríggir bilførarar brúktu hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu og tað fáa teir 1000 krónur í bót fyri.
Hjá einum bilførara lýstu ljósini á viðfestisvogninum ikki og uttan fyri Kollafjarðartunnulin varð ein bilførari tikin fyri at koyra 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.
Tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri, umframt eina bót upp á 2000 krónur. Koyri hann bara ein kilometur afturat um tíman, hevði hann mist koyrikortið treytað og so hevði hann verið noyddur at tikið tað umaftur.