Tað verður roknað við, at mótstøðan verður væl størri, nú bosniska liðið er á heimavølli og fer at royna at vinna tað aftur, sum varð tapt á Tórsvølli, tá ið KÍ vann 2-1.
Tølini siga, at Banja Luka roynist væl frægari á heimavølli enn á útivølli, og so er tað hitin. Forsøgnin sigur, at klokkan 20 í kvøld, tá ið bulgarski dómarin fer at bríksla fyri fyrstu ferð, vera tað umleið 28 hitastig.
KÍ hópurin hevur verið í Bosnia síðani mánadagin, og í gjárkvøldið vandu klaksvíkingar á Gradski leikvøllinum, har dysturin verður í kvøld.
Tað er fyrst og fremst ítróttarliga avrikið í kvøld, sum er í fokus. Men tað er veruleiki, at pengarnir eru nógvir í hesum høpinum. Um tað eydnast KÍ enn einaferð at vinna seg í europeiskt bólkaspæl, so tryggjan felagið sær í minsta lagi inntøku á 30 milliónir. Um KÍ í kvøld vinnur ella spælir javnt, so hevur felagið tryggjað sær luttøku í bólkaspæli. So fara næstu vikurnar at vísa, um tað verður í EUROPA LEAGUE ella tað verður í EUROPS CONFERENCE LEAGUE.
Allir KÍ spælararir eru tøkir uttan Jákup B. Andreasen og Jonn Johannesen, sum eru langtíðarskaddir.
Í UEFA Europa hevur KÍ higartil spælt átta dystir í tíðarskeiðnum 2017 – 2023. KÍ hevur vunnið ein dyst, spælt tríggjar javnt og tapt ein.
Sigurin var í 2019, tá ið KÍ á útivølli í San Marino vann 4-0 ímóti Tre Fiori.
Tveir javnleikir vóru í 2018 – ímóti Birkirkara á Malta og Zaligris í Litava. Báðir dystirnir endaðu 1-1. Og triði javnleikurin var í Litava í 2019, tá ið úrslitið eisini var 1-1.
Banja Luka – KÍ kl. 20.00
Á Gradski leikvøllinum hjá Banja Luka í Banjaluka í Bosnia Hersegovina
Dómarabólkur úr Bulgaria: Georgi Kabakov, Martin Margaritov, Diyan Valkov og Vladimir Valkov (4. dómari)