Nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð

Tað er bráðneyðugt við einum hjálparpakka- NÚ, siga fimm stór fakfeløg

Áki Bertholdsen
23. oktober 2023 kl. 13:10

Stóri prísvøksturin hesi seinastu árini hevur gjørt, at nógvar familjur eru so illa fyri fíggjarlia, at tær hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman.

Tað staðfesta tey fimm fakfeløgini í Samtaki, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Tey vísa á, at hjálparfelagsskapir, fakfeløg og onnur hoyra hvørja viku frá fólki, sum ikki eiga fyri mat, og støðan er hættislig. 

Tí halda tey, at tað er neyðugt at bera skjótt so at fólk kunnu fáa ein lætta longu í ár. 

– Ein skattalætti, sum samgongan ætlar at seta í verk næsta ár, fer at muna hjá nøkrum. Men tað er ein bráðneyðugur tørvur á hjálp, tí nógvastaðni er støðan hættislig, siga tey fimm fakfeløgini.

Tey siga, at tí má politiski myndugleikin gera ein hjálparpakka alt fyri eitt, so at familjur, sum eru illa fyri fíggjarliga kunnu søkja um hjálp, longu í næsta mánað. 

Tað er eisini neyðugt er eisini at hækka inntøkumarkið fyri, hvør kann fáa hjálp.

– Hjá einum pari við børnum, eigur hjálpin ikki at fella burtur fyrr enn inntøkan fer upp um tvær arbeiðaralønir, og hjá støkum við børnum eigur hjálpin ikki at fella burtur fyrr enn inntøkan fer upp um 1,25 arbeiðarainntøku, siga tey í Samtaki.

Er talan um eina familju við trimum - ella fleiri - børnum, eigur inntøkumarkið at vera 20 prosent hægri.

– Vit vita, at tað er øgiliga nógv, sum hava tað ringt og nú veturin og jólini stunda til vita vit, at nógvar familjur vita ikki síni livandi ráð, siga tey fimm feløgini í Samtaki.

Hesi seinastu árini eru prísirnir hækkaðir næstan 20 prosent, men lønirnar hava verri enn so fylgt við. 

– Rentur, húsaleiga og matvøruprísir eru dýrkað ógvuliga nógv, og hetta merkist allastaðni. Tað sansar rættiliga at, og vit noyðast at taka ábyrgd, hóast orsøkirnar til støðuna koma uttanífrá, siga feløgini.

Tí heita tey á politiska myndugleikan um at fáa ein nýggjan hjálparpakka í løgtingið sum skjótast, so familjur kunnu søkja og fáa hjálp í komandi mánað.