Nógv fólk vóru møtt upp uttanfyri Amalienborg í morgun at taka ímóti kistuni hjá Henrik prinsi.
Nógv høvdu lagt blómur uttanfyri Christian IX's Palæ, har prinsurin skuldi flytast.
Stutt aftaná, at líkvognurin við Henrik prinsi kom fram til Amalienborg um klokkan 11 danska tíð, komu krúnprinshjúnini, børn teirra, og Joachim prinsur, Marie prinsessa og børn teirra út fyri at eygleiða havið av blómum (mynd).
Slotsgarðurin varð afturlatin fyri fólkið við virðing fyri líkvogn og fylgi.
Dagurin í dag byrjaði klokkan 8 danska tíð við kanónskotkvøðu úr marinustøðini Holmen og Kronborg slotti í Helsingør.
Kistan hjá prinsinum við fylgi fór úr Fredenborg klokkan 10.
Í morgin, fríggjadagin klokka 18 danska tíð, verður kistan flutt úr Amalienborg til Christiansborg Slotskirke, har prinsurin skal kórsetast.
Fram til týsdagin fer prinsurin at liggja á Castrum Doloris, ið á donskum verður nevnt "smertens leje" har til ber at síggja afturlatnu kistuna. Frederik IX lá har í 1972 og Ingrid drotning í 2000.
Kórsetingin verður týsdagin klokkan 11, og tað er bert tann nærmasta familjan, ið verður til staðar.
Helvtin av øskuni hjá Henrik prinsi skal spreiðast í danska sjógvin, og hin helvtin verður sett niður í privata, kongaliga slotsurtagarðin á Fredensborg.
Kelda: Berlingske