Nógv vilja skipa fyri heimablídni

Heilsufrøðiliga starvsstovan fær javnan fyrispurningar um heimablídni. Hugskotini eru mong og ofta kann vera torført at skilja í millum hvat kemur undir heimablídni og ikki

Bryndis Hjartardóttir
19. juni 2020 kl. 13:36

Tað er stórur áhugi millum fólk at skipa fyri heimablídni. Hugskotini eru mong og fleiri so kreativ, at tað til tíðir kann gerast ógreitt hvat er undir skipanini og ikki.

Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fáa tey javnan fyrispurningar um heimablídni. Skipanin kom í gildi í 2010 við kunngerðini um Løggilding og skráseting av matvøruvirkjum, somu tíð sum gamla matvørulógin fór úr gildi. Við hesi skipanini kunnu privat persónar bjóða gestum inn í heimið at keypa mat og drekka.

Hetta virksemi krevur ikki løggilding, tí talan er um veitan av mati í privatum húsarhaldi, og er tí ikki undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tað er júst eftirlitið, sum er munurin millum skipanirnar. Av tí, at heimablídni er ein skipan, sum er í privata heiminum hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki eftirlit við hesum virkseminum. Hetta stendur í mun til tey krøvini, ið annars verða sett til matstovu- og matvøruvirksemi.   

Tó so, merkja tey á Heilsufrøðiligu starvsstovuni ein vaksandi áhuga millum fólk at skipa fyri slíkum tænastum. Hugskotini eru mong og ætlanirnar eru ofta kreavtivar, so ringt kann verða at skilja í millum hvar markið er millum heimablídni og vinnuligt kafevirksemi, sum krevur løggilding frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.  

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tí gjørt eina dagførda vegleiðing, sum vísir hvat kemur undir heimablídni og ikki. Vegleiðingin kann lesast her