Nógv tey flestu vaksnu eru einsamøll í húsi
Børn eru ikki longur ein sjálvsagdur partur av eini familju
Áki Bertholdsen
15. apríl 2024 kl. 10:08
Talið á húskjum í Føroyum veksur alsamt og tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at nú eru tað 19.347 húski í Føroyum. Men uppgerðin vísir eisini, at børn eru ikki longur ein sjálvsagdur partur av einum húski.
Í roynd og veru er tað bara í einum triðingi av øllum húskjunum kring landið, at tað eru børn. Tað merkir, at tað eru heili 12.543 húski, har eingi børn eru.
Samstundis vísir uppgerðin, at tað eru heili 5.105 føroyingar sum eru einsamallir í húsi. Hetta talið er nógv vaksið hesi seinastu árini tí í 2010 vóru tað í 3.587 húskjum, at fólk vóru einsamøll í húsi.
Og í 4.756 húskjum eru tað bara tvey vaksin. í 2.682 húskjum eru trý, ella fleiri vaksin, men eingi børn.