Nógv rúsevni á marknaðinum

Nógv ung í dag tosa um rúsevni sum nakað púrasta náttúrligt. Fyrr blivu nógv full fólk tikin upp á gøtuni av politinum, men nú hendir tað alt ov ofta, at ung fólk verða tikin upp við andaneyð ella angistherindum, kanska tí tey hava tikið rúsevni. Tað sigur Heri Andreassen, politikommiserur og leiðari á Kanningardeildini hjá politinum

Ingolf S. Olsen
28. november 2020 kl. 15:31

Heri Andreassen, politikommiserur og leiðari á Kanningardeildini hjá politinum, váttar, at nógv rúsevni eru í umferð í Føroyum, og tað undrar hann ikki sørt.

- Tað er rætt, at tað er smekkfult til av rúsevnum á marknaðinum. Tað undrar, tí vit hava fingið fatur á nógvum rúsevni í seinastuni, og tí skuldi tað verið turkur og prísurin uppi ígjøgnum heldur enn í botni, sigur hann.

Heri Andreassen veit ikki, hvør orsøkin er – til dømis um bakmenninir hava funnið nýggjar vegir at fáa rúsevni inn í landið.

- Vit hava sjálvandi onkran illgruna. Her fyri blivu tveir útlendingar tiknir, tá teir vóru á veg av landinum við einum kufferti við 100.000 evrum, so tað er okkurt, sum bendir á, at tað partvíst eru fólk uttan fyri Føroyar, sum standa aftanfyri, sigur han og leggur afturat:

- Tað eru sjálvandi nógvu pengarnir í hesum, sum eru drívmegin. Tú kanst til dømis keypa nøkur gramm av hasji á Christiania fyri ein prís og selja tey fyri tíggju ferðir so nógv í Føroyum. Tey harðaru evnini eru uppaftur dýrari. Og tá so nógvir pengar eru í tí, so eru fólk tíverri eisini nógv meira váðafús.

Syrgilig gongd
Gongdin við rúsevnum er syrgilig, heldur leiðarin á Kanningardeildini, serliga ímillum tey ungu.

- Tá eg var ungur politistur, tóku vit ofta full ella avdottin fólk upp á gøtuni. Tað var so tað, tað var. Men í dag kemur tað alsamt oftari fyri, at vit taka til dømis ungar gentur upp, sum hava fingið andaneyð ella angistherindi. Nógv ung enda eisini úti á psykiatrisku deild, hví gera tey tað? Fyri ein part er tað í hvussu er rúsevnini, sum gera tað – tí alt ov nógv ung eksperimentera við rúsevnum, sum tey onki vita um. Tey fáa ein rús, men kenna ikki avleiðingarnar.

- Tað er eitt undur, at ongin ungur enn er deyður í Føroyum av at eksperimentera við rúsevnum, sum tey onki kenna til, ella av einari yvirdosis, sigur Heri Andreassen.

Og sjálv nýtslan gerst eisini alsamt meira skammleys og merkt av líkasælu, staðfestir hann.

- Ein dagin ringdu tey til mín frá einum skeinkistaði í Havn og spurdu, hvussu tey skuldu gera, tí har var ein komin inn, sum hevði sett seg við eitt borð og púra opinlýst hevði knúst nakrar tablettir niður á borðið og síðani sniffað pulvurið. Tey bóðu hann fara og ongantíð koma aftur, men tey skuldu sjálvandi havt ringt til okkum, so vit kundu tikið hann, meðan hann sat har. Men hatta vísir bara, at nógvir av rúsevnanýtarunum onki leggja í longur, um nakar sær, sigur Heri Andreassen.

Ung og veik
Rúsevnatrupulleikarnir hjá ungum føroyingum røkka heilt niður í fólkaskúlan, og eitt tíðarskeið vóru stórir trupulleikar á Glasi, har ein skúrur bleiv brúktur at roykja hasj í í fríkorterinum. Eisini á onkrum øðrum skúlum veit politiið um, at ung fólk hava brúkt rúsevni.

- Tað eru tey ungu, summi teirra eru bara børn, sum eru tey veikastu og størstu ofrini, tá vit tosa um rúsevni. Men tíverri er tað so, at nógv ung í dag tosa um rúsevni sum nakað púra, púra normalt, sigur Heri Andreassen.

Hann ið leitar
Tó at leiðarin á Kanningardeildini hjá politinum er ivaleysur um, at rúsevnatrupulleikin er vaksandi, og at rúsevni eru nógv meira vanlig í býarlívinum í dag samanborið við fyrr, so heldur hann tó, at tað kanska var ein størri rúsevnanýtslan eisini tá, enn hann og onnur góvu sær far um.

- Tá vit fóru í býin, drukku vit øl og brennivín. Eg kendi ongan, sum roykti hasj, og so slett ikki nakran, sum brúkti sterkari rúsevni. Men tað var sjálvandi eisini tí, at eg leitaði ikki eftir tí umhvørvinum. Hevði eg gjørt tað, so hevði eg kanska kent nógv, sum brúktu rúsevni eisini tá, ásannar Heri Andreassen.

Stórt úrval
Meðan tað fyrr kanska í mestan mun var hasj, sum bleiv brúkt, so er úrvalið av rúsevnum í dag meira fjølbroytt.

- MDMA eitur eitt, sum er upp á móta, og vit finna eisini nógv ecstasy, LSD, amfetamin og eitt sindur av kokain. Og so er tað ritalin, sum tú kanst fáa frá lækna fyri ADHD, tað er øgiliga populert at brúka, og tað verður ofta brúkt sum eitt blandingsrúsevni saman við ymiskum øðrum evnum. Tað er ein stórur trupulleiki, at alt ov nógv misbrúka sínar reseptir og selja henda heilivágin til misbrúk, greiðir Heri Andreassen frá.

Hann leggur dent á, at politiið í sínum kanningararbeiði ikki ger skilnað ímillum ymisku rúsevnini.

- Nei, vit konsentrera okkum akkurát líka nógv um hasj, sum um til dømis ecstasy og kokain, sigur Heri Andreassen.

Ávirkaðir bilførarar
Løgreglufólkini, sum arbeiða við rúsevnakriminaliteti á Kanningardeildini, gera eitt massivt arbeiði bæði við at uppklára kriminialitet og fyribyrgja, at hann hendir.

Tey flestu, sum hava koyrikort – ella hava havt eitt – kenna til paragraff-16-kanningarnar hjá politinum, tá tað verður kannað, um bilførarar koyra bil ávirkaðir av rúsdrekka. Fyrr skuldi blásast í ballón fyri at fáa staðfest hetta, og seinni kom so alkometrið, sum tað eisini verður blást í og alkoholpromillan síðani víst á einum skíggja.

Í dag ber eisini til upp á sama máta at kanna við einum narkometri, um fólk eru ávirkað av rúsevnum, og Heri Andreassen sigur, at tað á henda hátt javnan verður staðfest, at fólk koyra bil ávirkað av rúsevnum.

Ógjørligt at basa
Hann vil ikki siga, hvussu nógv løgreglufólk arbeiða við narkokriminaliteti á Kanningardeildini hjá politinum, og hann fær heldur ikki svarað greitt upp á spurningin, um orkan er nøktandi.

- Tað verður tað alla tíðina mett um, og so kunnu vit spyrja okkum sjálv, um tað er nóg mikið ella ov lítið av orku. Tað snýr seg tó um raðfesting, samlaða politistyrkin hevur sína stødd, og skal meira orka brúkast á einum stað, má hon takast onkra aðrastaðni frá. Men eg vænti, at um vit so vóru tíggju ferðir so nógv fólk í narkopolitinum, sum vit er nú, so høvdu vit ikki klára at bast trupulleikanum.

- Tí málini eru so stór og tung, tá tey koma, at tey leggja deildina mestsum lamna. Tað er, sum tá tú rykkir eina hømiliu upp, so veksur ein nýggj beinanvegin upp við síðuna av. Onkur finnur skjótt út av at fáa nýggjar móttakarar og nýggjar mátar at gera alt upp á, og so kann tað nýggja netverkið vaksa seg stórt, meðan vit brúka alla okkara orku upp eitt annað stórt rúsevnamál, greiðir Heri Andreassen frá.

Harðskapur
Tað kann tykjast undranarvert, at tað skal vera so torført at basa rúsevnasølu- og nýtslu við tí kriminaliteti, sum fylgir við, í einum lítlum oyggjalandi við bara stívliga 50.000 íbúgvum. Men tað er ikki so einfalt, leggur hann dent á.

- Hatta er ein fullkomiliga afturlatin heimur. Tað er øgiliga knípið við keldum, sum vilja siga nakað. Ongin forklagar nakran, tí ongin vil hava nakað í klemmu. Ti talan er um eina sera vandamikla bransju, har tú verður revsaður hart av bakmonnunum, um tú traðkar við síðuna av. Vit síggja sera grovan harðskap framdan ímóti fólki, sum til dømis slatra ella ikki klára at gjalda, sigur Heri Andreassen.

Trælabinding
Ræðslan fyri avleiðingunum av at forklaga ella ikki at klára sínar skyldur mótvegis bakmonnunum er eisini við til at trælabinda fólk til tað rúsevnakriminella umhvørvið.

- Hevur tú dummað teg, sært tú kanska ongan annan útveg enn at fara enn djúpari inn í kriminalitetin. Um tú til dømis hevur selt rúsevni fyri 100.000 krónur, sum skulu gjaldast til onkran longri uppi í skipanini, og so verður tú tikin av politinum, sum tekur allar pengarnar. Nú skyldar tú onkrum hesar pengarnar, og tað sum ofta hendir tá, er, at tú gert eina smuglaraferð afturat ella okkurt sovorðið. Tað blívur ein ónd spiral, greiðir Heri Andreassen frá.

Eitt tvíeggjað svørð
Sjálvt um tøknin hevur givið politinum nógv hent amboð í bardaganum ímóti rúsevnakriminaliteti og kriminaliteti annars, so er hon eitt tvíeggjað svørð, tí hon hevur eisini givið tí kriminella umhvørvinum nøkur amboð, sum ger arbeiðið hjá politinum truplari.

- Rúsevnaumhvørvið er hierarkiskt uppbygt. Har eru brúkararnir, sum skulu hava tað, onnur koyra runt og selja, og fáa evnini frá teimum, sum hava til uppgávu at býta út til seljararnar. Onnur aftur koyra kanska runt og krevja pengar inn og so framvegis. Tað er eitt øgiliga stórt net, og metodurnar broytast allatíðina. Í dag verða til dømis nógvir aðrir og nýmótans miðlar brúktir at samskifta við í rúsevnaumhvørvinum samanborið við fyrr, sigur Heri Andreassen.

Í ringt ljós
Tað vóru tveir rumenar, sum royndu at sleppa sær av landinum við kuffertinum við teimum 100.000 evrunum, og tað eru nógvir rumenskir handverkarar í Føroyum. Men politikommiserurin ávarar ímóti at seta ávís fólkasløg í kollektivt ringt ljós.

- Vit vita als ikki, um hesir báðir vóru partur av onkrum organiseraðum harkaliði, ella um rúsevnamarknaðurin í Føroyum yvirhøvur er systematiseraður og organiseraður. Tí er tað ógvuliga óheppið, um vit nú fara at tosa um rumenar sum rúsevnakriminell fólk. Tí teir allarflestu rumenar, sum eru her, eru jú av fittastu fólkum, dugnaligir handverkarar og heiðurlig fólk, leggur Heri Andreasen dent á.