Í sambandi við dystin ímillum HB og Hajduk Split úr Kroatia, vóru einir 300 viðhaldsfólk úr Kroatia komin við til Føroya at heppa upp á sítt lið.
Men viðhaldsfólkini úr Kroatia gjørdu nógv um seg, vóru rættiliga provokerandi, ólátað, larmaðu illa og róptu hart, og vóru til stóran ampa fleiri staðni.
Løgreglan sigur, at seinnapartin í gjár varð ein kroati handtikin fyri at hava tveitt eina fløsku á vegin og var nær við at raka fólk.
Løgreglan sigur, at hann var rættiliga drukkin, so hann varð settur í brummuna og har liggur hann enn. Hann fær bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar. Hann skal annars av landinum í morgin.
Men upp undir dystarbyrjan gekk heilt galið, tí kroatarnir trokaðu seg inn á vøllin og við ta einu inngongdina varð rættiligt rok.
Løgreglan sigur, at áskoðararnir vórðu kannaðir fyri at vita um tey høvdu nakað ólógligt uppi á sær og ímeðan vaktirnir vóru í ferð við at kanna ein áskoðara, trokaðu hini seg ígjøgnum.
Ein løgreglumaður, sum royndi at hjálpa vaktunum, varð sligin tríggjar ferðir í nakkan. Tey vita ikki hvør tað er, sum sló, men nú vera myndir frá vakmyndatólum kannað.
Í sambandi við slíkar dystir ímillum lið, har viðhaldsfólkini eru kend fyri at vera harðlig, hava løgreglurnar í øllum londum eina spottaraskipan, sum tey kalla tað.
Tað er, at nøkur fólk, sum kenna til fólkaslagið, fylgja við og hjálpa løgregluni í landinum, har heimaliðið er.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi eru eisini fólk úr Kroatia komin til Føroya í sambandi við dystin at hjálpa løgregluni í Føroyum, og tey fara nú at hyggja at vakmyndatólunum fyri at vita um tey kenna tann sum sló løgreglumannin.
Løgreglan sigur, at skeinkistøðini høvdu tikið ta støðu, í samráð við løgregluna, at steingja, fyri at forða fyri meiri ólevnaði. Sostatt var einki opið eftir dystin, og tað hjálpti munandi upp á støðuna, tí so fingu tey einki at drekka eftir dystin.
Tí var tað skjótt at tey dovnaðu aftur og stutt eftir dystin var friður. Tað hjálpti eisini upp á støðuna, at kroatarnir høvdu ongan at berjast við, tí føroysku áskoðararnir eru av friðarligastu fólkum.