Nógv nýggj spøl frá Nintendo víst fram
Í gjár skipaði Nintendo fyri sínum afturvendandi tiltaki, har nýggj spøl verða víst fram. Millum annað nýggj Zelda og Mario spøl vórðu avdúkaði.
Halgir Winther Nagata
19. juni 2024 kl. 18:45
Nintendo Direct er navnið á tiltakinum, har spælmennarin vísir fram nýggjastu spøl síni, sum koma út til Nintendo Switch spælimaskinuna. Nógv hava spekulerað, um næsta útgávan av Switch eisini bleiv avdúkað, men so var ikki.
Eitt av størstu tíðindunum var spælið The Legend of Zelda: Echoes of Wisdom, sum Gaming.fo skrivaði um fyrr í dag. Tað ber dám av klassiska stílinum hjá eldri Zelda spølum, tó við nýggjum tilgongdum til hvussu tú spælir.
Onnur merkisverd spøl ið sóust eru Metroid Prime 4: Beyond, Mario & Luigi: Brothership, og Donkey Kong Country.
Øll Nintendo Direct framløgan sæst niðanfyri.