Nógv nýggj andlit at síggja á landsliðnum

24 mans eru úttiknir til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo í november. Av teimum 24, so eru ikki færri enn sjey spælarar, ið ikki hava verið við A-landsliðnum áður

Tað eru sjey spælarar, ið eru við fyri fyrstu ferð, nú landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur tikið 24 mans út til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo í november (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
31. oktober 2022 kl. 10:46

24 mans eru úttiknir til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo í november. Fyrri dysturin verður mikudagin 16. november klokkan 17, meðan seinni dysturin verður í Kosovo leygardagin 19. november.

Til hesa landsliðsúttøkuna eru ikki færri enn sjey spælarar, sum ikki hava verið á A-landsliðnum áður. Hesir eru Bárður á Reynatrøð og Noah Hans Mneney úr Víkingi, Hanus Sørensen og Stefan Radosavljevic úr HB, Martin Agnarsson úr Viborg, Samuel Johansen Chukwudi úr Union St. Gilloise, Jann Julin Benjaminsen úr Hødd.

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sigur við Dimmalætting, at tankin við hesari landsliðsúttøkuni er bæði at síggja nærri til nakrar spælarar, sum veruliga er farnir at banka upp á eitt landsliðspláss, men eisini at fyrireika hópin til komandi EM-undankapping.

– Tað er kanska eitt sindur óheppið, at vit fara at spæla venjingardyst móti Kekkia, sum vit eisini fara at møta til komandi EM-undankapping, men tað er kanska eitt gott høvi hjá okkum at finna útav, hvussu kekkiska liðið sær út og hvussu teir spæla, og tað kann kanska vera ein fyrimunur fyri okkum, sigur A-landsliðsvenjarin.

Hópurin til dystirnar móti Kekkia og Kosovo sær soleiðis út:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnafjørður, Ísland
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuleikarar:
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb, Norra
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, Helsingborg IF, Svøríki
Martin Agnarsson, Viborg FF, Danmark
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heðin Hansen, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise, Belgia

Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd, Norra
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen, Norra
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
René Shaki Joensen, KÍ

Miðvallarar/Áleyparar:
Stefan Radosavljevic, HB
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík, Ísland
Pætur Petersen, HB