HB-NSÍ: Tað var eingin slingur í valsinum hjá HB-arum, tá teir í dag hittu NSÍ í Gundadali. Eyðkenda álopsspælið hjá HB koyrdi so væl so at siga allan dystin, at teir fingu heili fimm mál á kontuna, harav fýra komu í fyrra hálvleiki. Stutt sagt var ikki nógv at gera hjá einum skerdum NSÍ-liði. Teir megnaðu ongantíð at seta seg á dystin, hóast glottar vóru í fyrra hálvleiki, tá teir høvdu skorað. Verjan var fleiri ferðir alt ov opin, og lætt var hjá einum HB-liði í toppformi at fáa mál. Eftir dystin liggur HB á odda við seks stigum. Eisini KÍ hevur seks stig, men endar á øðrum plássi, tí HB hevur fleiri mál.
AB-07Vestur: Tað leikti javnt á á Argjum, har vágamenn vóru á vitjan í dag. AB legði seg á odda, tá góður hálvur tími var spældur, men 07 Vestur svaraði aftur við máli bara fýra minuttir seinni. Líknandi støður komu tvær ferðir afturat í dystinum. AB skoraði, men vágamenn svaraðu hvørjaferð aftur, og úrslitið gjørdist sostatt javnleikur 3-3.
B68-Skála: Eisini á Toftum endaði við javnleiki millum B68 og Skála. B68 var favorittur og kom eisini á odda, áðrenn tíggju minuttir vóru spældir, men tað eydnaðist skálamonnum at svara aftur bæði fyrru og aðru ferð, eftir at B68 hevði fingið mál. Javnleikur 2-2 gjørdist úrslitið í einum jøvnum dysti, har heimaliðið tó var á odda stóran part av dystinum.
Víkingur-EB/Streymur: Størsta yvirraskilsið í kappingini higartil kom í gjárkvøldið, tá EB/Streymur á útivølli vann 1-2 á Víkingi. EB/Streymur var eisini liðið, sum legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við máli frá Róa Olsen, inntil víkingurin, Andreas Lava Olsen, javnaði eitt korter seinni. Í seinna hálvleiki kom bara tað eina málið, eitt frá Jákupi Humeland í EB/Streymi.
Úrslitið var sera óvæntað, men í fótbólti ræður um at skjóta flest mál, og tá telur tað ikki við, at Víkingur var á næstfremsta plássi í FM-stríðnum meginpartin av kappingini í fjør, inntil teir beint áðrenn kappingarenda mistu plássið til HB.
KÍ-B36: Í Klaksvík gjørdi KÍ-ararnir tað, sum væntað varð av teimum, tá teir í gjárkvøldið vunnu 1-0 á B36. Ein eittmálssigur kundi givið boð um ein javnan dyst, sum vit mangan hava sæð fyrr millum júst hesi bæði liðini, men um vit hyggja eitt sindur nærri at hagtølunum yvir dystin, so sæst skjótt, at tað ikki hevur eydnast B36 at fingið nakað nevnivert av álopsspæli at rigga. B36 hevur ongan málmøguleika skrásettan, onga roynd á mál og onga roynd framvið málinum hjá KÍ.
Hetta bendir so kanska á, at KÍ eru áleið har, sum teir sleptu í fjør, og um so er, eru teir eru heilt væl fyri.
KÍ-B36 1-0 (1-0)
1-0 Jóannes Bjartalíð
Víkingur-EB/Streymur
1-2 (1-1)
0-1 Rói Olsen
1-1 Andreas Lava Olsen
1-2 Jákup Hummeland
HB-NSÍ 5-1 (4-1)
1-0 Sjálvmál, Pætur Hentze
1-1 Jørgen Nielsen
2-1 Stefan Radosavljevic
3-1 Jákup Thomsen
4-1 Stefan Radosavljevic
5-1 Áki D. Samuelsen
AB – 07 Vestur 3-3 (2-1)
1-0: Augustin Marsico
1-1: Jasper Van Der Heyden
2-1: Ragnar Skála
2-2: Ronni Møller-Iversen
3-2: Bartal S. Petersen
3-3: Jasper Van Der Heyden
B68-Skála 2-2 (2-1)
1-0 Sebastian Lau Nielsen
1-1 Poul Kallsberg
2-1 Sebastian Lau Nielsen
2-2 Karl Martin Johansen
Støðan:
HB, 6 stig
KÍ, 6 stig
B36, 3 stig
EB/Streymur, 3 stig
Víkingur, 3 stig
NSÍ, 3 stig
07 Vestur, 1 stig
AB, 1 stig
B68, 1 stig
Skála, 1 stig