Ongi úrslit

Nógv landsstýrisfólk eru tær beru nikkudukkur

Áki Bertholdsen
9 minuttir síðan

Dimmalætting er aftur at fáa í handlum og kioskum kring landið, og sum vant er hon rokfull av góðum lesnaði.

Um eina viku fyllur ein av okkara mest markantu politikarum, Tórbjørn Jacobsen, runt og í tí sambandi hava vit tosa við hann um ymisk viðurskifti.

Men vit hava eisini tosað við mammu hansara um, hvussu tað er at vera mamma Tobba, sum hann oftast verður kallaður. Og vit hava eisini tosað við tveir politikarar, sum kenna hann væl.

Í samrøðuni í Dimmalætting er Tobbi akkurát líka Bersøgin, sum hann plagar at vera.

Hann er ikki mjúkur við politikarnar nú á døgum, og hann heldur, at nógv landsstýrisfólk eru bara nikkidukkur hjá embætisfólkunum, tí tey ofta hava tey ikki sjálvstøðugar meiningar um, hvat skal gerast.

Hann heldur eisini, at tað eru fá hugsjónarfólk eftir í politikki, tí nú fara politikarar bara upp í onkran tilvildarligan flokk, sum vil hava tey.

Vit tosa eisini við Ásbjørn Midjort úr Hvalvík. Hóast hann bara er 23 ára gamal er hann leiðari fyri Krás í Hósvík, sum er eitt av stóru matvøruvirkjunum í landinum.

Vit hav verið á rundferð í nøkrum kommunum kring landið, fyri at vita, hvat rørist.

Vit hava eisini tosað við føroyingar, sum hava gjørt um seg í vinnulívinum uttanlands, og vit hava tosað við Guðrun & Gurðum, sum eisini gera vart við seg á mótapallunum í Japan.

Men hinvegin sær ikki gott hjá einasta spunavirki í landinum, Snælduni, tí tað er í vanda fyri at lata aftur.

So sær tað bjartari út hjá Mjólkarvirkinum, tí tað hevur fingið fótin fyri seg uttanlands.

Vit hava eisini tosað við Einar Waag á Føroya Bjór í Klaksvík um eitt nýtt slag av ferðavinnu, sum hevur tikið seg upp í Føroyum

Tað er nakað so forkunnugt sum ein Whisky ferðavinna.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember 2025 kl. 22:00

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaðar umkoll av kongaligum lívverja

20 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember 2025 kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08