Tað hevur leingi verið støðan í Føroyum, at tað er arbeiðið til allar hendur, tí arbeiðsloysi hevur ligið um eitt prosent, og onkuntíð minni enn tað.
Men í roynd og veru er talan um arbeiði til nógv meiri enn til allar føroyingar, tí hesi seinastu árini eru eisini alsamt fleiri útlendingar komnir til Føroya.
Og í hesum sambandi eru útlendingar fólk úr øðrum londum enn danska ríkinum. Talan er sostatt ikki um danskar ríkisborgarar, ella føroyingar, danskarar og grønlendingar.
Fyri at vera mettur sum føroyingur í hesum sambandi, skulu fólk hava búð her minst helvtina av lívinum - ella skulu tey - minst eina ferð í lívinum - hava búð her í minst sjey ár út í einum 10 ára skeiði. Tey, sum ikki lúka hesar treytir, verða tald upp í útlendingar.
Nógv av teimum koma til Føroya, tí tey ætla at flyta higar, men tað eru eisini nógv, sum bara koma higar at gera eitt ávíst arbeiði, og tá er liðugt, fara tey av landinum aftur.
Hetta er eitt rák, sum rættiliga hevur tikið dik á seg hesi seinastu fáu árini. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at fyri tíggju árum síðani, í septembur í 2014, vóru 485 útlendingar í Føroyum og arbeiddu.
Men í august í ár vóru 1.877 útlendingar her og arbeiddi. Tað eru sløk 6,4 prosent av øllum, sum eru til arbeiðis í Føroyum - og tað er 1,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.
Kortini skal sigast, at hesar seinastu mánaðirnar eru talið lækkað nakað. Sum heild er talið hækkað alla tíðina síðani í 2014, og tað toppaði í apríl í ár, tá ið tað vóru 2.024 útlendingar her og arbeiddu.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at tað eru fólk úr Asia, sum er nógv tann størsti bólkurin av útlendingunum, sum eru komnir til Føroya, og sum arbeiða her.
Meiri enn ein triðingur, ella 37 prosent av útlendingunum, eru úr Asia og tað er serliga hesin bólkurin av útlendingum, sum er vaksin mest hesi seinastu árini.
Hinvegin eru 22 prosent úr Eysturevropa og 27,1 prosent eru úr Norðurevropa.