Nógv góð átøk í fíggjarlógini

Nógv húski hava verið sera sperd seinastu árini við høgari inflatión og høgari rentu. Nú er henda gongd tíbetur um at venda

Eyðgunn Samuelsen
23 tímar síðan

Skulu vit framhaldandi hava eitt gott vælferðarsamfelag, so er neyðugt at vísa ábyrgd, og ikki bara lata útreiðslurnar vaksa. Samgongan hevur tikið ábyrgd.

Nú fíggjarlógin er endaliga samtykt ber til at taka samanum. Vit hava tikið ábyrgd og minkað vøksturin í útreiðslunum ár um ár. Hóast tað er hall á fíggjarlógini.

Tað kann fáa fólk at hugsa, at henda samgongan brúkar ov nógvan pening, helst meir enn undanfarna samgonga. Men veruleikin er ein annar. Undanfarna samgonga hevði ein hægri vøkstur í útreiðslunum, hóast lønirnar tá ikki vuksu so nógv, sum tær gera komandi ár.

Fíggjarlógin fyri komandi ár er merkt av, at lønirnar hækka umleið 4,3 prosent, samstundis sum vit hava fólkavøkstur og fleiri gerast eldri. Kortini brúka vit “bara” 4,5 prosent meira pening at reka samfelagið fyri enn í 2024. Vit hava hildið aftur í útreiðslunum, tí tað er neyðugt skulu vit framhaldandi hava eitt vælferðasamfelag fyri øll í framtíðini.

Fólkaskúlin er ein av grundsúlunum undir okkara vælferð

Tað sum hevur fingið mest uppmerksemi, nú útreiðslurnar ikki bara vaksa ótálmaðar, er játtanin til fólkaskúlan. Játtanin til fólkaskúlan í ár er 457,4 mió. kr., og næsta ár verður hon 487,7 mió. kr. Tað svarar til eina hækking á góðar 30 mió. 

Sparingin verður, nú fíggjarlógin er samtykt tvær mió. kr., sum svarar til minni enn 0,3 prosent av samlaðu játtanini til fólkaskúlan. Vit eru øll góð við skúlan, og hann er ein av grundsúlunum undir okkara vælferð. Tí eri eg nøgd við, at fíggjarnevndin lækkaði sparingina so munandi. 

Góðar og neyðugar raðfestingar í fíggjarnevndini

Fíggjarnevndin hevur eisini raðfest onnur góð átøk komandi ár. Hesi  eru millum annað at  styrkja stuðulstænastuna undir Almannaverkinum í samsvari við tilmælini

“Eitt gott lív á egnum beinum”, fyriskipanir fyri heimleys, Títt Rúm undir Bláa Krossi, Lesihúsið og at strika skerjingina av arbeiðsbúgvingini hjá Dugna. Peningur er settur av til eina royndarverkætlan innan barnsburðartunglyndi og raðfest verður at seta ein kommunulækna aftrat á Skálafjørðinum í komandi árið.

Eisini eru raðfestingar gjørdar innan mentan so sum Yrkisleiklist, Málráðið, Føroya Symfoniorkestur, Tónleikasamband Føroya (Økistónar), Træseglskip, Ovasavnið og Krígssavnið.

Ganga mót ljósari tíðum

Nógv húski hava verið sera sperd seinastu árini við høgari inflatión og høgari rentu. Nú er henda gongd tíbetur um at venda, bæði inflatiónin og rentan eru lækkandi, og væntandi heldur henda gongd fram komandi ár.

Í 2025 kemur skattalættin fult í kraft, og tað merkir ein lætta á 7.000 til 13.000 krónur meira um árið, samstundis sum flest øll hava fingið trivaliga lønarhækking. Tey, ið hava lægstu inntøkurnar, fáa eisini lægri skatt, nú landskatturin fer niður á 13 prosent úr 15. Pensjónir og almannaveitingar verða javnaðar, so fólka- og fyritíðarpensjónin hækkar millum 480 og 565 kr. um mánaðin.

Mín vón er, at árið 2025 ferð at merkjast munandi lættari enn 2024 hjá okkum øllum.

Eyðgunn Samuelsen,

forkvinna í fíggjarnevndini