Nógv føroysk tiltøk á mentanarnáttini í Keypmannahavn

Í kvøld verður mentanarnátt í Keypmannahavn, og sum vanligt vera hurðarnar opnar Í Føroyahúsinum og hjá føroysku flokkunum á Christiansborg

Jonhard Hammer
11. oktober 2024 kl. 14:00

Árliga mentanarnáttin verður í Keypmannahavn í kvøld, og skráirnar í Føroyahúsinum og hjá føroysku fólkatingsumboðunum eru sum altíð fjølbroyttar.

Í Føroyahúsinum lata dyrnar upp klokkan 17.00. Klokkan 18.30 framførir Húsakórið, klokkan 20.30 verður tónleikaframførsla við Benjamin Rajani og klokkan 21.30 skipar dansifelagið Fótatraðk føroyskan dans.

Stuttfilmar verða eisini sýndir í skúlastovuni alt kvøldið. Terji Mohr hevur leikstjórnað tveir av filmunum,Tokskinnarin og Perlan, og Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað VER HER, ið er triðji stuttfilmurin, sum verður sýndur.

Eisini verður møguligt at fáa súpan, okkurt søtt og okkurt í barrini.

Hjá føroysku flokkunum á Christiansborg lata dyrnar upp klokkan 18.00, og er skráin eisini pakkað við føroyskum innsløgum.

Eitt nú kemur Fótatraðk at dansa føroyskan dans, Húsakórið fer at syngja føroyskar sangir og songkvinnan Lea Kampmann fer at framføra nøkur løg frá nýggju útgávu hennara. Harumframt verður okkurt gott føroyskt til matna og drekka. Eisini verður eitt kreativt spælihorn til børn í hølinum.

Ein skal hava kulturpas fyri at sleppa inn á Christiansborg á mentanarnáttini. Kulturpassið kostar 125 krónur og gevur atgongd til øll tiltøk á mentanarnáttini, umframt ókeypis ferðing við bussi, toki og metro. Passið kann keypast online her á kulturnatten.dk.

Tað er ókeypis atgongd fyri børn undir 12 ár.