Nógv fólk í Vágsbotni til fjórðingsfinaluna í u19 HM

Enn einaferð varð ein føroyskur landsdystur vístur á stórskíggja í Vágsbotni

Ragnar Sjúrðarson
10. august 2023 kl. 14:13

Tað vóru nógv fólk, ið høvdu leitað sær oman í Vágsbotn í dag tá u19 HM meistararnir og Føroyar brustu saman. Líkindini vóru av tí besta, veðrið var turt og lýtt og stemningurin var góður.

Dysturin var javnur og liðini skiftust um at leggja seg frammum, men hvørgan megnaði at leggja sjógv í millum.

Tá eitt sekund var eftir av vanligari leiktíð javnaði Egyptaland til 31-31 og í umdystinum vunnu egyptararnir 34-38.