Nógv fólk í býnum - men rættiliga friðarlig
Einaferð mátti løgreglan leggja upp í
Áki Bertholdsen
31. mars 2024 kl. 15:58
Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men tað hevur v erið friðarligt. Tað sigur løgreglan í dag. Løgreglan sugur, at tey hava gjørt n´gov burtur úr at hava løgreglufólk til gongu í náttarlívinum fyri at leggja ein dempara á. Og tað riggaði, men kortini var tað eina ferð, at løgreglufólk máttu leggja ímillum tí fólk vóru komin til ilnar, og tað var fyri at forða fyri at tað endaði við slagsmáli.
Skeinkistøðini høvdu opið til klokkan fýra í nátt, men halgidagslógin forðaði fyri, at tey høvdu tónleik og dans eftir midnátt. Løgreglan sigur, at tað tey vita, vórður reglurnar hildnar allastaðni.
Í kvøld, páskakvøld, skulu skeinkistøðini lata aftur á midnátt og eftir tað skal vera friður