Nógv fólk í býnum í nátt - men tey vóru friðarlig

Løgreglan var eisini í býnum og har tað var neyðugt, løgdu tey ein dempara á

Áki Bertholdsen
12. mai 2024 kl. 10:05

Tað var rættiliga nógv fólk i býnum í góðveðrinum í nátt, sigur løgreglan. Men tað vóru eisini nógv løgreglufólk í býnum og sum heild var lagið gott og fólk vóru friðarlig.

Men nakrar ferðir kom løgreglan fram á støður har illstøða hevði tikið seg upp, men so fingu tey lagt upp í millum og forða fyri at meiri hendi og at slagsmál bleiv.

Men løgreglan sigur eisini, at nakað seint í nátt fór at regna og so fór gassið av fólki og tey fóru til hús, so býurin tømdist nokk so knappliga.