Nógv fólk eru dottin í hálkuni í morgun
Løgreglan heitir á fólk um at ansa væl eftir, tí nógva staðni er sum á kalvabaki
Áki Bertholdsen
7. desember 2023 kl. 08:14
Í morgun hava tey á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum havt úr at gera at viðgera fólk, sum eru dottin.
Løgreglan sigur, at nógv fólk hava ringt til tey at biðja um hjálp tí tey eru dottin. Tað eru fólk, sum hava verið á veg til arbeiðis og í skúla, ella sum eru farin av húsum í øðrum ørindum.
Tey hava so sent sjúkrabil eftir teimum, sum síðani hevur koyrt tey á skaðastovuna.
Løgreglan sigur, at tað er sum á kalvabaki á nógvum síðuvegum, og nógvum gongubreytum og parkeringsplássum.
Tí heita tey á fólk um at vera ansa væl eftir so at tey ikki koma sær í óføri.