Nógv flóttafólk úr Ukraina hava tað ringt í Føroyum

Summi stríðast við alkoholmisnýtslu og okkurt harðskapsmál hevur verið. Í summum førum verður stúrt fyri, at tey fara at gera skaða á seg sjálvan. Nú skulu tey fáa meiri hjálp

Eitt ótal av fólki hava tikið til rýmingar úr Ukraina. eini 200 av teimum eru komin til Føroya
Áki Bertholdsen
8. desember 2023 kl. 16:00

Nógv ukrainsk flóttafólk, sum eru komin til Føroya, hava tað ikki gott. Tað er greiða fatanin hjá útlendingastovuni, og øllum hinum, sum eru um tey í gerandisdegnum.

Tá Føroyar gjørdu av at taka ímóti ukrainskum flóttafólkum í apríl 2022, skuldu tey hava somu atgongd til heilsuverkið í Føroyum, eisini sálarfrøðiling, sum føroyingar hava.

Men tann skipanin riggaði ikki og tí mælir Útlendingastovan nú til at gera eina royndarverkætlan at veita ukrainskum flóttafólkum fyribyrgjandi sálarfrøðiliga viðgerð í samstarvi við felagsskapin Beran, sum hevur drúgvar royndir við at stuðla og viðgera fólk í sorg.

Hetta sigur landsstýrið í einum skrivi til fíggjarnevndina, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerar. Samstundis biðjur landsstýrið um, at 825.000 krónur verða játtaðar til sálarfrøðing og annað í hesum sambandi.

Eingin kanning er gjørd, hvussu ukrainar í Føroyum trívast. Men ein kanning úr Danmark bendir á, at umleið 1/3 av teimum vísa tekin um PTSD við teimum trupulleikin, tað førir við sær, eisini einsemi.

Landsstýrið sigur, at hóast eingin kanning er gjørd í Føroyum, er lítil orsøk at halda, at støðan er nógv øðrvísi her.

'– Útlendingastovan veit frá Almannaverkinum, Reyða Krossi, Tórshavnar Kvøldskúla, skúlum og einstaklingum, sum kenna ukrainar, at fleiri av teimum stríðast við sorg, angist, strongd, einsemi, umframt at onkur hevur tekin um PTSD, trauma og álvarsama sálarsjúku.

Summi stríðast við alkoholmisnýtslu og okkurt harðskapsmál hevur verið.

Fyri tey, sum eru um ukrainarnar, er tað ein trupulleiki, at tey ikki hava ein ávísan sálarfrøðing, ella eina serstaka skipan, at venda sær til, tá ið ein ukraini er í sálarligari kreppu.

Útlendingastovan og onnur starvsfólk siga, at onkur hevur verið so illa fyri, at tey hava stúrt fyri, at tey kunnu finna upp á at gera skaða á seg sjálvan.

Berin hevur sagt frá, at tey eru sinnaði at fara undir eina royndarverkætlan, har talan er um eitt ókeypis samrøðu- og undirvísingartilboð til flóttafólk úr Ukraina.

– Útlendingastovan metir, at fáa ukrainsku flóttafólk ikki hesa hjálpina, er vandi fyri, at fleiri teirra fáa varandi sálarligt mein av krígnum, at tey byrgja seg inni, burtur frá felagsskapum og at tey ikki fara at fáa sær arbeiði.