Nógv fleiri brúktir bilar innfluttir higartil í ár

Sera stórur vøkstur er í talinum av brúktum, innfluttum persónbilum fyrstu fimm mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Terji Nielsen
5. juni 2024 kl. 21:19

Fyrstu fimm mánaðirnar í 2023 vóru innfluttir 21 brúktir persónbilar til Føroya, og sama tíðarskeiðið í ár er talið ikki minni enn 121 brúktir persónbilar, sum eru komnir til landið. Ein vøkstur á 100 bilar ella heili 476 %. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Akstovuni.

Samanlagt eru 196 brúkt akfør innflutt til landið fyrstu fimm mánaðirnar í ár í mun til 82 sama tíðarskeið í ár. Tað svarar til ein vøkstur á heili 139 %.