Nógv færri vilja verða sjúkrarøktarfrøðingur

Talið á umsøkjarum er nógv minni enn tað hevur verið

Áki Bertholdsen
5. desember 2023 kl. 20:27

Talið á umsóknum at lesa til sjúkrarøktarfrøðing er nógv minni nú, enn tað var seinasta vetur. Tað skrivar Fróðskaparsetrið.

Tá umsóknarfreistin fór tann 1. desembur, vóru 32 umsóknir komnar inn til sjúkrarøktarfrøði, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør.

Fróðskaparsetrið sigur, at í hesum umfarið sleppa 25 lesandi inn og tey byrja 29. januar. Fróðskaparsetrið tekur lesandi upp til lestur í sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir um árið, bæði á sumri og á vetri.

Nú fara tey at viðgera umsóknirnar og í fyrru helvt í januar verður greitt, hvussu mong av teimum, sum eru sloppin inn, taka av lestrarplássi. Og loypa pláss av tá verða tey lýst leys at søkja.

Teyr halda, at hesa ferð var talið á umsókjarum ávirkað av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum var beint sum Setrið skuldi lýsti eftir lesandi. Men hvussu nógv tað hevur ávirkað umsøkjaratalið, er ilt at meta um, leggja tey afturat.