Eftir stórur vøkstur hevur verið í bilasøluni í fleiri ár, er gongdin nú vend, so at í ár hava bilasølurnar selt munandi færri nýggjar bilar enn tey eru vin við hesi seinastu árini.
Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, frá januar til septembur, eru 879 nýggir persónbilar seldir í Føroyum. Tað eru 356 bilar færri enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella ein minking upp á 28,8 prosent.
Annars eru 176 vøruvognar seldir higartil í ár og tað eru 25 vøruvognar, ella 12,4 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Aftur fyri er sølan av innfluttum, brúktum bilum, nógv vaksin í ár. Higartil í ár eru 174 brúktir bilar innfluttir til Føroya og tað eru 99 bilar, ella 132 prosent, fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Annars eru eisini 29 brúktir vøruvognar innfluttir higartil í ár og tað eru 13 fleiri, ella 81,3 prosent, fleiri enn enn í sama tíðarskeiði í fjør
Í Dimmalætting, sum er at fáa í handlum og kioskum beint nú, er ein drúgvari grein um, at gullárini hjá bilasøluni eru av.