Nógv færri flyta til Føroya - og nógv færri verða fødd

– Og kynsbýtið versnar, tí lutfallið ímillum kvinnur og menn, versnar

Áki Bertholdsen
11. november 2024 kl. 10:02

Tann 1. oktobur í ár búðu 54.668 fólk í Føroyum, og tað eru 309 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Sostatt er støðan nú tann, at rættiligur stígur er komin í fólkavøksturin, tí talan er bara um ein vøkstur upp á 0,6 prosent.

Frá 1. oktober í 2022 til 1. oktobur í fjør, var vøksturin 0,8 prosent, ella 148 fólk fleiri enn hetta seinasta árið.

Og sostatt er fólkavøksturin nú minni enn helvtin enn hann annars var síðani vøksturin tók dik á seg fyri umleið 10 árum síðani.

Grundin til gongdina er bæði, at nógv færri børn verða fødd og at nógv færri fólk flyta til Føroya.

Hóast færri flyta av landinum nú, eru tað uppaftur færri, sum flyta til Føroya, sigur Hagstovan.

Frá oktobur í 2022 til oktobur í fjør, vórðu 610 børn fødd, men hetta síðsta árið vórðu bara 553 børn fødd, ella 57 børn færri.

Frá oktobur í 2022 til oktobur í fjør fluttu 1.840 fólk til Føroya og 1.582 fólk fluttu av landinum. Hetta seinasta árið eru bara 1.537 fólk flutt til Føroya, ella 303 fólk færri og 1.356 fólk fluttu av landinum, ella 226 færri.

Men tað er eisini vert at leggja merki til, at kynsbýtið í Føroum versnar, tí fólkavøksturin av kvinnum er minni enn hann er hjá monnum.

Í oktobur búðu 28.465 menn í Føroyum, ella 211 fleiri enn fyri einum ári síðani. Og tað búgva nú 26.203 kvinnur í Føroyum, ell 98 fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað merkir, at nú er 52,1 prosent av fólkatalinum menn og 47,9 prosent eru kvinnur.

Fyri seks, sjey árum síðani vóru 51,6 prosent av føroyinum, menn og 48,4 prosent vóru kvinnur.