Fríggjadagin 6. desembur verð ur fernisering hjá Mariu Mørk øre, Bodil Joensen og Selmu Johannesen. Dagin eftir er hugnaligt lúku kaffi á skrá eins og góð ar jóla gávur fáast til keyps í Piddasa handli. Hósdagin 12. desember er Rib ar hús karmur um forvitnisliga konsert við violinnæming um úr Fuglafjarðar Musik skúla. Seinasta tiltakið í Ribar húsi, sum er nevnt á desemburkalendaranum hjá Kunningar stov uni í Fugla firði er ein stór stuðuls kon sert, sum gentukórið og tónleikanæmingar í skúlanum skipa fyri. Tann konsertin verður týs dag in 17. desemb ur klokkan 19, og har kunnu atgongumerkir keypast á atgongumerki.fo.
Jólahugni á Varma keldu garði
Sunnudagin fyri jólaaftan ella 4. Sunnudag í advent verður serligt jólatiltak á Varmakeldugarðinum. Tann dagin hevur garðurin opið fjós frá klokkan 14 til 18, har øll eru vælkomin at njóta tann serliga jólahýrin. Her verð ur møguleiki at síggja neyt, kela kálvunum og taka jóla myndir saman við familjuni. Eisini verður boðið upp á Fjósloftið, har til ber at keypa sær heitt kakao og rís a’la mande. Garðurin fer eisini at hava garðssølu við ymiskum, sum garðurin letur4 av sær og handverk, og tað skuldi gjørt tað møguligt at finna tí heilt røttu jólagávuna.