Nobelvinnarin í bókmentum í ár, 82 ára gamla Annie Ernaux, skrivaði í 2000 sjálvævisøguligu bókina L’événement, Hendingin, ið er um fosturtøku í 1963. Nýggi filmurin vann høvuðsvirðislønina á filmstevnuni í Venezia í ár. Millum tær 13 virðislønirnar er eisini franska Lumières virðislønin fyri besta film.
L’événement sigur søguna um ólógliga fosturtøku og lagnurnar, ið eru knýttar at hendingini.
Høvuðspersónur í sterku søguni er unga Anne (Anamaria Vartolomei), ið er farin undir lestur, men verður uppá vegin í konservativa Fraklandi fyrra part av sekstiárunum, tá barnsburður merkir, at tú ikki kanst halda fram við lestrinum, og at fosturtøka er ólóglig.
At siga foreldrunum frá um hendingina, l’événement, er óhugsandi, men unga Anne hevur ongar ætlanir um at fáa barnið. Tí hon hevur alt lívið fyri sær.
Filmurin L’événement, Hendingin, vann Gyltu Leyvuna, sum er víðagitna virðislønina í Venezia. Parasite-leikstjórin úr Suðurkorea, Bong Joon-ho, handaði libanesiska leikstjóranum, Audrey Diwan, virðislønina, sum ein samd dómsnevnd stóð saman um.
Financial Times hevur sagt um skaldsøguna hjá Nobelvinnaranum Annie Ernaux, at hon er ein skakandi og ikki minni viðkomandi søga, listarliga eins og menniskjansliga. - Sjálvævisøguliga skaldsøgan eigur at verða obligatoriskur lesnaður, sigur ummælarin hjá altjóða avísini.
Filmsfelagið vísur Nobel filmin um fosturtøku mikudagin 9. november klokkan 20.
Sýningin er almenn.
Fakta: Filmsfelagið 9/11 kl 20:00 Hendingin (L'événement Frakland Audrey Diwan 100 min 2022)