HB hevur gjørt avtalu við norska felagið Bryne um at leiga Noah Mneney restina av hesum kappingarárinum.
Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari í dag.
Noah er 21-ára gamal miðvallari, og hevur spælt við Bryne síðani 2023. Áðrenn tað spældi hann við Víkingi, har hann fekk 73 dystir í Betri-deildini, 13 í steypakappingini og 4 í Conference League.
Hann hevur spælt á øllum føroysku ungdómslandsliðum frá U17 til U21, og hevur eisini spælt 5 A-landsdystir fyri Føroyar.
- Vit bjóða Noah vælkomnun í Gundadal, og frætta meira frá honum seinni, skrivar HB.
HB og Víkingur liggja ájavnt í stigum í stríðnum um FM, og um eina viku møtast liðini í Sarpugerði í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0.