Ongi úrslit

Niviaq Korneliussen skrivaði søgu

Í gjárkvøldið varð søga skrivað, tá Niviaq Korneliussen gjørdist fyrsti grønlendingurin at vinna eina norðurlendska bókmentavirðisløn. Tað er tó hennara sterka takkarrøða, ið fær nógva umrøðu í miðlunum í dag

Sigurjón Einarsson
3. november 2021 kl. 17:00

Niviaq Korneliussen vann í gjárkvøldið norðurlendska bókmentavirðislønina 2021 fyri sína skaldsøgu "Naasuliardarpi" (Blómudalurin, red.), ið samstundis er fyrstu ferð, at norðurlendski bókmentavirðislønin fer til Grønlands. Bókin snýr seg um sjálvmorð millum tey ungu í Grønlandi.

Tað var ein týðiliga rørd Niviaq Korneliussen, sum tók ímóti virðislønini.

Í sínari takkartalu í gjárkvøldið, sum hevur fingið nógva miðlaumrøðu í skandinaviskum miðlum í dag, ognaði hon virðislønina til børn og ung í Grønlandi.

– Eg havi roynt at skriva eina talu til landsins leiðslu, men tað er eins og at tosa við ein múr, so tað eri eg liðug við. Hendan talan verður tí til tey, ið eg skrivi fyri: Til børn og ung har heima (í Grønlandi, red.) Tit eru orsøkin til, at eg havi fingið hesa heiðurslønina.

– Eg vil gera alt, sum stendur í míni makt fyri at tala tykkara sak. At vera har fyri tykkum. Takk fyri, at tit halda út – eisini gjøgnum tær myrkastu tíðirnar. Takk fyri, at tit eru til. Tit eru orsøkin til hesa heiðurslønina, segði Niviaq Korneliussen millum annað í takkarrøðuni í gjárkvøldið.  

Tað var ikki bert grønlendski rithøvundurin, ið var rørd hesa løtuna. Á sjónvarpsmyndunum síggjast fleiri áhoyrarar turka tár á kinn, meðan tey lurtaðu eftir takkarrøðuni hjá Niviaq Korneliussen.

Takkarrøðan sæst her.

Tú kanst eisini síggja alla virðislønahandanina her.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00