Tey flestu, ið vóru ung í 1991, minnast uttan iva Nirvana fløguna Nevermind og ikoniska fløguhúsan, við einum naknum pinkubarni, ið svimur eftir einum pengaseðli á einum húki.
Tað var Spencer Elden, sum tá var fýra mánaðar gamal, ið var avmyndaður á fløguhúsanum, og hann hevur nú gjørt av at leggja sak móti teimum í Nirvana, umframt myndamanninum og plátufelagnum, skrivar TMZ.
Spencer Elden vil vera við, at hann kundi ikki sjálvur geva samtykki til myndina, tí hann var einans fýra mánaðar gamal, og at foreldur hansara góvu heldur ikki samtykki.
Spencer Elden vil vera við, at talan er í grundini um barnaporno, og at teimum varð lovað, at eitt klistur varð sett fyri kynsgøgn hansara. Hetta varð ongantíð gjørt.
Spencer Elden vil eisini vera við, at fløguhúsin hevur elvt til ringa lívsgóðsku, og at hann hevur havt sálarligar trupulleikar av honum.
Teir báðir Dave Grohl og Krist Novoselic, trummuspælari og bassistur í Nirvana eru ákærdir í málinum, umframt einkjan eftir Kurt Cobain, Courtney Love.
Sakarmálið er uppá 150.000 dollarar fyri hvønn, sigur TMZ.