Hetta var einki serligt kvøld hjá KÍ í slovenska høvuðsstaðnum Ljubljana. Maltesiski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan sigur, at heimaliðið Olimpija Ljubljana hevur vunnið 2-0.
Inntil tað restaðu seks minuttir, var tað málleyst. So heilfluktaði David Sualehe bóltin í málið. Tað var eftir horna úr høgru, og tá ið talan var um deyðbólt, so eiga Magne Hoseth og hansara menn at iðra seg serliga nógv. Fýra minuttir seinni var tað Mustafa Nukic, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin dygst inn við stólparótini.
KÍ málverjin hevði ongan møguleika at bjarga, tá ið málini vórðu skorað. Nils Jonatan Johansson var heilt framúr besti spælarin hjá KÍ. Ferð eftir ferð bjargaði hann meistarliga – eisini tá ið mótstøðumenninir vóru einsamallir frammanfyri honum.
Heilt avgerandi fyri dystargongdina og úrslitið var tað, at Árni Frederiksberg eftir 62 minuttir sá gula kortið fyri aðru ferð, og harvið var KÍ undirmannað síðsta hálva tíman.
KÍ spælararnir kendust frá fyrsta bríksli at vera tungir og troyttir. Teir áttu ikki yvirskotið, sum teir fyrr í ár hava víst bæði í heimligu kappingini og í europeisku dystunum. Renniorkan var ikki tann, sum hon hevur verið, og í bóltførleika og spælfatan vóru teir ikki so skjótir, kringir og tryggir, sum avrikini fyrr í ár hava verið eyðkend av.
Fleiri av lyklaspælarunum, sum hava borið liðið fram fyrr í ár, vóru als ikki soleiðis upplagdir, sum teir hava verið fyrr í ár, og framrættað hevði KÍ millum lítið og einki at bjóða.
Teir tríggir miðverjarnir vóru leingi teir, sum saman við framúr Nils Jonatan Johansson millum stólparnar syrgdu fyri, at heimaliðið ikki longu í fyrra hálvleiki skoraði eitt ella fleiri mál.
KÍ spælararnir runnu fyri tað mesta aftaná. Teir høvdu mesta partin av tíðini torført við at fáa fatur á spælinum og varðveita bóltin í samanspæli, sum teir so ofta hava víst, at teir megna, og tað stóðust ikki so sjáldan vandamiklar støður burturúr, tá ið KÍ spælararnir mistu í uppspælinum, tí sendingarnar ikki vóru nóg neyvar.
Hetta komst eisini av, at heimamenninir í kvøld vóru nógv skjótari og meiri ágangandi í nærdystunum, enn teir vóru, tá ið KÍ fyri tveimum vikum síðani vann 3-0 á Tórsvølli.. KÍ spælararnir fingu sera sjáldan frið til á ikki serliga slætta vøllinum at fáa tak á bóltinum og spælinum.
Hjá Olimpija Ljubljama var stórur fagnaður, tá ið dysturin var liðugur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at teir skoraðu mál í europeiskum bólkaspæli, og tað var harvið eisini fyrsta ferðin yvirhøvur, at teir vunnu ein dyst í europeiskum bólkaspæli.
Tíðliga í morgin fer KÍ ferðalagið úr Slovenia og umvegis Frankfurt til Keypmannahavnar og so í annaðkvøld til Føroya.
So verður dagsskráin at fyrireika seg til næsta dystin, sum hósdagin 30. november verður á heimavølli ímóti Slovan Bratislava. Slovakiska liðið hevði í kvøld vitjan av Lille úr Fraklandi. Úrslitið var 1-1. At KÍ í kvøld tapti, og at Slovan Bratislava vann eitt stig ímóti Lille ber við sær, at møguleikin hjá KÍ at vinna seg víðari úr bólkaspælinum ikki er serliga stórur.
Olimpija Ljubljana – KÍ 2-0 (0-0)
Europa Conference League
Hósdagin 9. november 2023 kl. 21.00 á Stozice stadion í Ljubljana í Slovenia
1-0: David Sualehe 84.
2-0: Mustafa Nukic 88.
Dómarakvartett úr Malta: Philip Farrugia, Alan Camilleri, Duncan Sulatna og Trustin Farrugia Cann (4. dómari)
KÍ: Nils Jonatan Johansseon – Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren (Jóhan Josephsen, 86.) – Jóannes K. Danielsen, Luc Kassi (Deni Pavlovic, 73.), Jákup B. Andreasen, Patrick da Silva (Mads Bo Mikkelsen, 63.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Sivert Gussiås, 63.), Claes Philip Kronberg
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Markus Olsen Pettersen, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Ahmed Latif
Gult kort: Jákup B. Andreasen, Árni Frederiksberg, Sivert Gussiås
Reytt kort: Árni Frederiksberg (2 gul) 62.
Venjari: Magne Hoseth
Lille | 4 | 2 | 2 | 0 | 5 | 2 | 8 |
Slovan Bratislava | 4 | 2 | 1 | 1 | 5 | 4 | 7 |
KÍ | 4 | 1 | 1 | 2 | 4 | 4 | 4 |
Olimpija Ljubljana | 4 | 1 | 0 | 3 | 2 | 6 | 3 |
30. november
KÍ – Slovan Bratislava kl. 17.45
Olimpija Ljubljana – Lille kl. 17.45
14. desember
Slovan Bratislava – Olimpija Ljubljana kl. 20.00
Lille – KÍ kl. 20.00