Nikolaj hugsar um kokain hvønn dag

29 ára gamli kokkurin var noyddur at skifta starv, tí tað vóru ov nógvar freistingar

Hergeir Staksberg
8. mai 2019 kl. 13:40

29 ára gamli kokkurin var noyddur at skifta starv, tí tað vóru ov nógvar freistingar

Kokain ger teg glaðan, mann tosar meir, sjálvsálitið fer í loft og endorfinini ganga amokk. So skjótt tú tekur kokain, so skríggjar heilin eftir meir og meir, greiðir 29 ára gamli Nikolaj frá, sum arbeiðir sum kokkur í Danmark.

- Tú finnur kokain um alt landið og innan allar vinnur. Har tað eru menniskju, har er eisini kokain. Hevði eg kunnað fortalt fólki, sum ongantíð hava roynt kokain, um alt tað ringa við kokaini, so hevði tað verið útslettað, tí tað er so ræðuliga oyðileggjandi, sigur Nikolaj.

( (Sambært Nikolaj tekur fleirtalið av kokkum kokain. Mynd: Shutterstock)

Tað flýtur við kokain í kokkaverðini
Tað var, tá Nikolaj var 17 ár og fór í læru sum kokkur, at hann byrjaði at misnýta kokain.

- Tað flýtur við kokain í kokkaverðini. Eg havi ongantíð enn arbeitt í einum køki, uttan at kokain hevur verið partur av arbeiðsdegnum. Allan dagin. Frá byrjan til enda, sigur Nikolaj.

Ungi kokkurin hevur arbeitt saman við nógvum kokkum, sum ikki hava tikið kokain, men sambært Nikolaj er tað ein meiriluti av kokkum sum taka kokain.

- Tá mann tekur kokain, kann mann fara tíðliga upp næsta dagin og beint í sving aftur. Soleiðis sær dagligdagurin ofta út hjá einum kokki. Eg havi arbeitt sum høvuðskokkur á fleiri støðum, og tað er eitt øgiligt press, tí tú arbeiðir millum 60-80 tímar um vikuna, um tú brennur fyri tí. Og tá er kokain vegurin fram, sigur Nikolaj.

(Nikolaj plagdi at futta 3.000 - 8.000 krónur av um mánaðin upp á kokain. Mynd: Shutterstock)

Dýrt at vera misnýtari
Sambært Nikolaj skal mann vera varin við at siga, at kokain er neyðugt, tí tað var ikki neyðugt fyri 40 árum síðani, og tá var arbeiðsdagurin harðari enn í dag. So tað er ikki neyðugt, men so skjótt tú hevur roynt kokain, so verður alt lættari.

- Eg havi tikið kokain helvtina av mínum lívi, og tað merkist á pengamappuni. Eg plagdi at brúka millum 3.000-8.000 krónur um mánaðin upp á kokain. Eg havi fleiri ferð sagt við damuna, at eg fari at gevast, men eg byrji altíð aftur. Og hvørja ferð, eg byrji aftur, so verður daman so mikið kedd og skuffað, at tað minnir um ótrúskap, greiðir Nikolaj frá.

- Hetta er orsøkin til, at kokain er so oyðandi, tí alt byggir á lygnir og loyndarmál. Misnýtsla er ikki nakað mann tosar um. Tú fortelur ikki fyri tínum vinfólkum, hvussu nógv kokain tú tekur, sigur Nikolaj.

(Tað er ikki bara bara, tá mann er bundin. Mynd: Shutterstock)

Clean, men hugsar dagliga um kokain
Nú er Nikolaj farin frá at arbeiða sum høvuðskokkur í 70 tímar um vikuna til at arbeiða í eini kantinu, har ongin tekur kokain, sambært honum. Hóast hann ikki tekur kokain í dagligdegnum, so hevur hann framvegis avbjóðingar við kokaini. Býtúrarnir eru minkaðir niður í onki, og hann hevur slitið sambandið við fólk, sum ikki er góð fyri hann.

- Eg havi verið clean í tvey á, men eg hugsi framvegis um kokain, og eg havi allatíð hug at taka kokain. Tú sleppur ikki undan tínari misnýtslu. Trongdin til at taka kokain hvørvur ikki. So skjótt tað er friður í høvdinum, so hugsi bara um kokain. Tú kann ikki flýggja undan tí, sigur Nikolaj.

(Kokain er tað ringasta, tú kann byrja uppá, sigur Nikolaj. Mynd: Shutterstock)

Halt teg vekk frá kokaini
- Um tú umhugsar at royna kokain, so eru míni bestu ráð at lata vera. Tað er super í byrjanini, men so fer tað til at verða nakað, sum tú mást hava alla tíðina, og so kemur angistin sníkjandi.

- Kokain er tað ringasta, tú kann byrja uppá. Tú verður so ræðuliga bundin. Lat vera við nakrantíð at taka tað. Og lat vera við at billa tær inn, at tú bara kann taka tað einaferð um mánaðin, tá tú ert í býnum, tí knappliga so eskalerar tað, og tað er líkamikið, um tú ert 12,22 ella 42 ára gamal, sigur Nikolaj at enda.

* Kokkurin ynskir at vera dulnevndur, og Nikolaj er ikki veruliga navnið á kokkinum. Greinin byggir á eina samrøðu við DR.