Niklas Nicolajsen mist fleiri enn 100 milliónir

Cryptomarknaðurin stóð í gjár í fríum falli, og ein teirra, ið misti pening í rokanum, er føroyski Bitcoin-milliarderurin, Niklas Nicolajsen

Steinar Patursson
20. mai 2021 kl. 14:22

Føroyski bitcoinmilliarderurin, Niklas Nicolajsen, misti í gjár tað, sum hann kallar fyri eina trýsifraða milliónaupphædd, tá cryptovalutahandilin stóð í fríum falli.

Fyrrapartin í gjár byrjaði virðið á Bitcoin og øðrum talgildum gjaldoyraum at fella, og tá komið varð út á seinnapartin rapaði virðið á flest øllum stóru talgildu gjaldoyrunum.

Virðið á Bitcoin er seinastu vikurnar minkað nógv, úr umleið 60.000 dollarum fyri hvørja Bitcoin niður á um 40.000 dollarar fyrradagin. Fyrrapartin í gjár byrjaði virðið at dala enn skjótari, og tá komið varð út á seinnapartin stóð alt í fríum falli, og virðið fór heilt niður á 31.000 dollarar.

Seinni seinnapartin og út á kvøldið javnaðist kursurin, og tá dagurin var komin at enda var virðið á bitcoin næstan uppi aftur har, ið tað var við dagsbyrjan.

Virðið er kortini 7 prosent lægri, enn tað var dagin fyri, og hetta merkist, eigur tú nógvar Bitcoin.

Í samrøðu við Børnsen í dag sigur Niklas Nicolajsen, at hann væntar, at Bitcoin fer at liggja á einum støðugum virði á millum 30.000 og 40.000 dollarar.

- Har er panikkur í marknaðinum, men ikki her. Tað eru tær veiku hendurnar, ið verða rystar út av marknaðinum. Sjálvur havi eg mist eina trýsiffraða milliónaupphædd í krónum, men eg eri vísur í, at um tvey til trý ár eri eg glaður fyri, at eg ikki fór í panikk, sigur Niklas Nicolajsen við Børsen.

Fallið í talgildu gjaldoyrunum kom, eftir at kinesiski sentralbankin kunngjørdi, at talgilt gjaldoyra kann ikki nýtast av fíggjarstovnum í Kina ella til handilsligar gjaldingar, tí at talgild gjaldoyru hava einki veruligt virði.

Samstundis hevur Suðurafrikanski íverksetin og milliarderurin, Elon Musk, boðað frá, at tað skal ikki bera til at keypa Tesla bilar við Bitcoin kortini – sum annars var ætlanin – tí at Bitcoin er ikki serliga umhvørvisvinarligt, orsakað av orkubrúkinum til at gera Bitcoin, sum sambært Børnsen svarar til CO2 útlátinum hjá Hollandi.

Elon Musk hevur eisini áður lýst fyri Dogecoin, ið er talgilt gjaldoyra, men fyri fáum døgum síðani segði Musk, at Dogecoin var ikki annað enn eitt ”fuppnummar”.

Dogecoin fall við heili 44 prosentum í gjár, áðrenn virðið fór upp aftur á sama støði sum frammanundan.

Niklas Nicolajsen heldur lítið um útsagirnar hjá Elon Musk.

- Tað er ótrúligt, at nakar framvegis tekur handan mannin í álvara, sigur Niklas Nicolajsen.