Niklas á Trappuni

Við sluppini Fox gingu Trappubrøðurnir úr Havn á odda í føroyskum skipsfiskiskapi

Óli Olsen
27. oktober 2017 kl. 15:06

Við sluppini Fox gingu Trappubrøðurnir úr Havn á odda í føroyskum skipsfiskiskapi. So mikið væl hilnaðist, at skiparin, Niklas á Trappuni, eftir nøkrum árum keypti skip einsamallur.

Nú eitt sindur um lív Niklasar á Trappuni. Keldur: grein Pól N. Danielsens í Dimmalætting 1932, Føroya siglingarsøga (Páll J. Nolsøe) og bókin, Fólk í Havn, 1987 (Niels Juel Arge).

Niclas Haraldsen var føddur í Havn 17. mai 1845. Hann var yngstur av trimum brøðrum. Elstur var Dánjal og so Petur (Pedda). Niklas fór ungur norður til Funnings at arbeiða hjá Siemsens fyritøkuni, men støðaðist ikki so væl, kom suður aftur eftir fáum árum og fór út at sigla.

Hann sigldi við bretskum skipi, hitti so Jóannes av Nesi (Trøllanesi), sum búði í Leith í Skotlandi, og fór at sigla við honum. Jóannes førdi føroyska skonnart við føroyskari manning í farmasigling. Tað var Caprice úr Norðuroyggjum.

Við Caprice kom Niklas víða um lond. Sigldi inn eftir Miðjarðarhavinum, upp í Svartahavið, og úti í Atlantshavi sigldu teir farmasigling til Kanariuoyggjar, Asoroyggjar og Nýfundlands.

Úr Southampton sendi Niklas einum vinmanni í Føroyum bræv, dagfest. 16. februar 1868. Hann sigur seg læra navigatiónina umborð og endar brævið vit at geva adressuna í Leith:

Mr. John Johnson

55 Shore, Leith

Scotland

Niklas skrivar vinmanninum bræv aftur tann 10. januar 1870. Hann er nú umborð á donsku barkini Virginiu, hevur tað gott, hýrurin er góður, og hann ætlar sær á stýrimansskúla.

Helst í 1871 tekur Niklas stýrimansprógv í Keypmannahavn. Hann mynstrar nú sum stýrimaður við Søormen hjá Jóhan Mortensen á Tvøroyri. Hon var nýggj, fór av bakkastokki í Helsingør sama árið. Skipari á skonnartini Sjóorminum var Hans Petur Ellingsgaard av Eiði.

Í Føroyum ferma teir fyrsta túrin klippfiskalast til Suðurspania og koma í havn sama heystið. Hetta er helst fyrsta føroyska klippfiskalast, sum verður útflutt tann vegin. Tá ið Sjóormurin á heimferðini siglir gjøgnum Gibraltarsundið, síggja teir nógva grind, skutla ein hval og fáa fáa feskt til døgurða.

Í 1872 fer Niklas at føra Fox, og í 1878 keypir hann sluppina Sprite úr Onglandi. Hon var 77 tons, hevði tvær mastrar og var smíðað 1873 í Dartmouth.

Mynd: Niklas á Trappuna sigldi úti í fleiri ár. Her eru hann og felagir avmyndaðir í landi. Niklas stendur annar vinstrumegin frá (Mynd: Søvn landsins)

Fiskieydnan var framvegis við Niklasi, men verri var við heilsuni. Pól Niklái Danielsen úr Nólsoy, sum sigldi við honum sum maður og bestimaður, hevur áhugaverdar upplýsingar í Dimmalætting:

”Eg havi sæð skrivað í bløðunum, at føroyingar fyrst fóru at fiska á Suðurlandinum stutt áðrenn kríggið, men hetta er ikki rætt. Tíðiliga á vári 1879 fór Niclas Haraldsen við Sprite á Suðurlandið, og teir fiskaðu frá Mýrubuktini og vestur móti Ingolfshøvda, men ikki bar heilt væl til við fiskiskapinum hesa ferð. Um summarið royndu teir á Norður- og Eysturlandinum, og var mátin tann, teir tá brúktu, at skipið lá fyri akkeri inni á einum ella øðrum fjørði, meðan teir róðu út við bátum, og var tað bert línudrift, ið her var brúkt.”

Í 1880 mátti Niklas sjúkur í land í Íslandi. Tá ið teir høvdu fingið túr, fóru teir inn aftur eftir Niklasi, sum hevði búð hjá Jógvani á Húsum úr Havn, nú skómakara í Reykjavík.

Í 1882 høvdu teir fiskað væl á Suðurlandinum. So minkaði, og siglt varð vestureftir. Stormur brast á, og Sprite krokaði á Ønundarfirði. Niklas var ússaligur. 3. mai linkaði vindurin, og hildið varð út eftir Ønundarfirði. Vit geva Pól Nikláa orðið:

”So hoyri eg, at Niclas knappliga fær ein ringan hosta, ið varar nógv longur enn vanligt plagdi at vera, og tá eg vendi mær við, síggi eg, at blóðið stendur fram úr munni hansara. Eg leyp til og styðjaði hann, so væl eg kundi, men hann fekk bara sagt hesi orð: ”Gev mær vatn,” so hoyknaði hann niður og var deyður við tað sama.”

Niclas Haraldsen á Trappuni varð grivin í kirkjugarðinum á Dýrafirði í Íslandi. Eitt annað føroyskt skip, Robert Miller, var komið inn á fjørðin, og teir vóru allir við til jarðarferðina.

Farið varð aftur at fiska, og tá ið túrurin var inni, førdi íslendingurin Matthías Þórarson Sprite heim til Føroya. Matthías førdi Sprite seinna íslandstúrin eisini. Um hann er eisini áhugaverd søga at siga.

Jón í Mettustovu í Havn førdi nú sluppina Sprite, til hon 15. mars 1890 – eins og hitt Trappuskipið – í lágættarstormi sleit á Havnar vág, rak á land og varð vrak.