Níggju vilja hava fatur á trimum sessum

Tað verður stríðsval, tá ið Fótbóltssambandið annan leygardag fer at halda aðalfund

Mynd: FSF
Jóannes Hansen
10. februar 2023 kl. 17:21

Tað er stórur áhugi at sleppa í nevndina í Fótbóltssambandi Føroya. Ársaðalfundurin verður annan leygardag, og nú freistin fyri at stilla upp er farin, eru tað níggju, sum bjóða seg fram at verða nevndarlimir.

FSF heimasíðan skrivar soleiðis:

Leygardagin 18. februar klokkan 13:00 verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin í FSF-húsinum á Tórsvølli. Hetta er samstundis aðalfundur nummar 45, síðan FSF varð sett á stovn hin 13. januar í 1979.

Á aðalfundinum hesaferð er millum annað val til starvsnevndina, og tá freistin at stilla upp var úti á midnatt mikukvøldið, høvdu níggju persónar, tvær kvinnur og sjey menn, bjóðað seg fram til teir tríggjar sessirnar, ið standa fyri vali hesaferð.

Tey níggju, ið eru uppstillað, eru Anja Rein, Bjarni Prior, Dánial Hansen, Fróði Danielsen, Heri á Rógvi, Kristmund Johannessen, Kristoffur Vidtfeldt, Maria Jóhannusardóttir Joensen og Ólavur Larsen.

Til komandi aðalfund er uppskot, at viðtøkurnar fyri FSF verða broyttar soleiðis, at verandi starvsnevnd verður lækkað úr 8 niður í 7 nevndarlimir, og at bæði kynini skulu vera umboðað, skrivar FSF í dag.