Níggju tilburðir í gjár

Allir tilburðirnir frá kendari smittukeldu, og samlaða talið á smittaðum komið niður á 92.

Steinar Patursson
15. oktober 2021 kl. 14:07

Í gjár vóru níggju nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.

729 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 92 smittað í Føroyum.