Í gjár varð punktum sett fyri heimliga kappingarárið í bestu deildini hjá kvinnum. KÍ, sum fyrilangari tíð síðani vann FM heitið, vann 2-0 ímóti HB á Tórsvølli. NSÍ tryggjaði sær silvurkrónurnar við 8-0 heimasigri ímóti EBS/Skála, B36 vann 5-0 á ovara vølli í Gundadali ímóti TB/FCS/Royn, og síðsta sunnudag vann Víkingur 4-0 heimasigur ímóti 07 Vestur.
Hóast heimliga kappingin er av, so eru tað fleiri uppgávur eftir hjá teimum, sum landsliðsvenjarin Signe Pries Andersen í vikuni sendi boð eftir. Tær skulu 27. og 31. oktober spæla á heimavølli. Fríggjadagin 27. oktober verður tað í Klaksvík ímóti Aserbadjan, og týsdagin 31. oktober verður tað á Tórsvølli ímóti Kýpros.
Og í november verður neyðugt við miðvísum venjingum, tí í jólamánaðinum eru tveir dystir á útivølli. Fríggjadagin 1. desember verður mótstøðuliðið Montenegro, og týsdagin 5. desember verður mótstøðuliðið Aserbadjan.
Landsliðsvenjarin Signe Pries Andersen hevur sent boð eftir 23 spælarum, sum skulu vera við í fyritreikingunum til fýra teir síðstu dystirnar í hesi Nations League kappingini.
Merkisvert er tað, at níggju spælarar umboða KÍ. Hóast tær í Klaksvík nógu tey seinnu árini hava verið rættiliga suverenar, so er tað ongantíð komið fyri áður,a t KÍ hevur havt so nógvar spælarar í landsliðshópinum.
Átta av landsliðsspælarunum hjá KÍ vóru millum tær fyrstu ellivu í gjár, og tann níggjunda, Malena Olsen, varð skift inn beinanvegin eftir steðgin fyri eina aðra av landsliðsspælarunum. Durita Hummeland noyddist av vøllinum, tí hann var skadd.
Hinar tríggjar, sum í gjár vóru millum tær fyrstu ellivu hjá KÍ, hava fyrr í ár spælt á U-landsliðunum. Miðverjin 16 ára gamla Vár Johannesen var í summar á bæði U-17 og U-19 landsliðunum, 18 ára gamli vongverjin Jórun Patawary var í summar á U-19 landsliðnum, og 18 ára gamli miðvallarin Jancy Mohr var í summar á U-19 landsliðnum.
KÍ liðformaðurin Svanna Svarvadal var í apríl við í tveimum vinardystum hjá landsliðnum ímóti Luksemborg. Hon hevði ivaleyst verið sjálvskrivað í hópinum, um hon var tøk. Men Sanna Svarvadal varð 19. august, tá ið KÍ spældi ímóti EBS/Skála í Klaksvík beinanvegin eftir steðgin so illa skadd í knænum, at hon noyddist av vøllinum, og síðani hevur hon ikki spælt. Síðani hevur málverjin Óluva Allandsdóttir Joensen verið KÍ liðformaður. Tá ið KÍ spælararnir í gjár fyrireikaðu seg at fara á pallin at taka ímóti gullkrónum og FM steypinum, handaði Óluva Sannu liðformansbindið, og so var tað Sanna Svarvadal, sum tók ímóti FM steypinum.
Tær 23, sum nú fara at fyrireika seg til teir fýra dystirnar í Nations League síðst í oktober og fyrst í desember eru
Óluva Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Heidi Sevdal, NSÍ
Sunniva Willemoes, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Maria V. Johansen, KÍ
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Lena Olsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q
Sara S. Lamhauge, NSÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Fridrikka Clementsen, HB
Ása S. Carlsen, HB
Rúna Olsen, NSÍ
Durita Hummeland, KÍ
Dystarskráin hjá kvinnunum í Nations League kappingini í heyst/vetur sær soleiðis út:
27. oktober: Føroyar – Aserbadjan (við Djúpumýru)
31. oktober: Føroyar – Kýpros (Tórsvøllur)
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar