Eftir yvirgangsálopið hjá Hamas 7. Oktober í fjør, hevur ákærumyndugleikin í Danmark ákært níggju fólk fyri at fagna yvirgangi, upplýsur danski ákærumyndugleikin fyri Ritzau.
Í dag skal Eystari Landsrættur taka støðu til fyrsta málið, har ein ávirkari er ákærdur fyri at hava fagnað drápunum av festivalgestum, á appini Snapchat.
Í februar varð hann dømdur fýra mánaðar fongsulsrevsing av býarrættinum í Keypmannahavn. Dómurin var treytaður av, at maðurin framdi 100 tímar av samfelagstænastu.
Ákærumyundugleikin kærdi dómin til landsrættin fyri at skerpa revsingina, meðan 27 ára gamli maðurin kærdi fyri at blíva frídømdur.
Í einum sjónbandi viðmerkti hann álopið á hendan hátt: “Har búgva fólk har niðri”, segði hann og helt ein langan steðg. “Sum enn ikki eru flensaði. Men 250 stykkir, tað er ikki so býtt”.