Níggju bilførarar fingu klipp í koyrikortið - og ein misti tað

– Harumframt varð ein bilførari tikin við ongum koyrikorti - og illgruni er um at hann eisini hevði kenning

Áki Bertholdsen
11. oktober 2024 kl. 07:58

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar um alt landið og í tí sambandi vórðu nógvir bilførarar skrivaðir upp.

Fyrsta ferðslukanningin var við skúlan á Toftum í gjáramorgunin um tað tíðina foreldur koyra børnini í skúla. Har vóru 30 - 35 bilar kannaðir, og av teimum fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið tí teir høvdu børnini sitandi leys í bilinum.

Løgreglan gjørdi eisini ferðkanningar á Glyvursvegi á Skálafjørðinum har tað er loyvt at koyra 50, og har misti ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra 87.

Á Fuglafjarðarvegnum fingu somuleiðis tveit bilførarar klipp í koyrikortið. Og í bygdum øki í Kollafjørði, har tað er loyvt at koyra 50, fingu tríggir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra góðar 70 kilometrar um tíman, og tveir aðrir fingu bót.

Í Havn fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi og á landsvegnum oman fyri Porkeri fekk ein bilførari eisini bót og klipp fyri at koyra 105.

Og í Havn møtti løgreglan einum bili, har tey kendu bilføraran aftur og vistu at hann hevði mist koyrikortið. Hann varð steðgaður og tá ið tey prátaðu við hann, fingu tey eisini illgruna um, at hann var ávirkaður, so blóðroynd er tikin av honum.

Hann er nú skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti - og úrslitið av blóðroyndini fer so eisini at vísa um hann somuleiðis verður skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan frá fólki sum høvdu illgruna um, at ein bilførari hevði kenning - men hann var kannaður og tað vísti seg, at tað hevði hann ikki.