Niels Mortensen: Trygdin er í hásæti

Nevndarformaðurin í Atlantsflog svarar nú flogskiparafelagnum aftur og minnir á, at Atlantic Airways er eitt trygt, sterkt og álítandi flogfelag, nú formaðurin, sambært Niels Mortensen, hevur verið úti í almenna rúminum og sátt iva um føroyska flogfelagið

Sigurjón Einarsson
1. desember 2021 kl. 12:13

– Trygdin er sjálvsagt altíð í hásæti, flotin er nýggjur og starvsfólkini framúr dugnalig. Soleiðis ljóðar stutta lýsingin av føroyska flogfelagnum, sum hevur verið í støðugari menning í nógv ár, hóast korona framvegis er eitt haft um beinið, og sjálvt um formaðurin hjá flogskiparunum roynir at sáa iva um Atlantic Airways, skrivar Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, í einum tíðindaskrivi.

Nevndarformaðurin svarar nú Flogskiparafelag Føroya aftur, nú formaðurin í Flogskiparafelagnum hevur verið úti í almenna rúminum og sátt iva um føroyska flogfelagið.

– Enntá eftir, at vit hava sett fýra av hansara dugnaligu limum í starv. Og í næstum verða enn fleiri pilotar settir í starv hjá Atlantic Airways, skrivar Niels Mortensen.

Hann vísir á, at Atlantic Airways hevur ment føroyska flogvinnu, og flogfelagið hevur verið í støðugari menning, síðani felagið í 2014 løgdu nýggjar ætlanir fyri felagið. Trygdin hevur sjálvsagt altíð fremstu raðfesting.

– Flogfør og tyrlur eru nýggj, tíðarhóskandi og sera væl útgjørd, og starvsfólkini eru framúr dugnalig. Hetta er stutta lýsingin av Atlantic Airways, nú vit nærkast ársenda 2021 við vón um, at flúgvingin kemur uppaftur betur fyri seg í 2022, hóast vit øll framvegis berjast ímóti koronu, sigur hann.

Ikki í lagi at sáa iva um trygdina

Nevndarformaðurin skrivar í tíðindaskrivinum, at tað er í lagi, at formaðurin í Flogskiparafelagnum er ósamdur, tá stjórn og nevnd leggja virksemið hjá Atlantic Airways til rættis.

– Men eg góðtaki ikki, at sami maður, sum í nógv ár hevur verið í starvi hjá Atlantic Airways, sáar iva um trygdina, nú hann ikki longur er í starvi hjá flogfelagnum. Eg haldi, at tað er markleysur frekleiki, at hann ivast í teimum fýra pilotunum, sum fyri stuttum vóru settir í starv. Tað eru hóast alt hansara egnu limir og fyrrverandi starvsfelagar, sum hann sjálvur hevur flogið saman við, áðrenn korona tók seg upp.

– Eg skal tí sláa rimmarfast, at trygdin í Atlantic Airways altíð hevur fremstu raðfesting – her fara vit ongantíð upp á kompromis. Um formaðurin hjá flogskiparunum skuldi havt fingið onkran at ivast í hesum, so ber til at spyrja Trafikstyrelsen í Danmark, um orsøk er at ivast í føroyska flogfelagnum. Atlantic Airways lýkur øll krøv, eins og allir pilotar hjá felagnum væl og virðiliga lúka øll krøv til prógv og kravdar flúgvitímar, umframt at allir pilotar eru vanir at flúgva í Føroyum. Harumframt hevur Atlantic Airways altjóða IOSA-góðkenningina, sum setir felagnum eyka krøv aftrat galdandi krøvum til loftferðslu í danska ríkinum og ES-londunum.

Eisini vísur Niels Mortensen á, at RNP tøknifrøðin, sum Airbus hevur ment í samstarvi við Atlantic Airways, hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar.

Hóast korona framvegis er eitt haft um beinið á bæði Atlantic Airways og nógvum øðrum virksemi, so hevur felagið góðar vónir um, at flogvinnan fer at fáa fótin fyri seg aftur.

– Vit taka við teimum avbjóðingum, sum eru fyri framman. Ábyrgdin liggur hjá stjórn og nevnd, og vit vilja sjálvandi hava so nógv flogfólk sum gjørligt til arbeiðis aftur – so skjótt sum gjørligt. Tað verða fyrst og fremst stjórn og nevnd, sum taka tær avgerðir, ið takast skulu, og vit samstarva sjálvandi við allar starvsbólkar sambært galdandi sáttmálum.

– Menningin av Atlantic Airways og føroyskari flogvinnu heldur fram – antin tað verður við koronu ella eftir koronu, sigur nevndarformaðurin.

Starvsfólkamenning

Niels Mortensen sigur, at Atlantic Airways hevur altíð lagt dent á at menna starvsfólkahópin, eins og felagið hevur givið fríyrkisfólkum góðar starvsmøguleikar, har felagið hevur lagt dent á, at allir starvsbólkar hava hollar útbúgvingar og førleikar til at loysa sínar uppgávur – tað veri seg flogternur, flogmekanikarar, flogskiparar og starvsfólk, sum røkja umsitingarligar og praktiskar uppgávur.

Í hesum sambandi nevnir nevndarformaðurin, at fyrr vóru útlendskir flogskiparar vanliga settir í fríyrkisstørv í summarhálvuni. Men síðani 2016 hevur Atlantic Airways hjálpt tilsamans 17 føroyskum flogskiparum, sum ikki vóru í føstum starvi, at verða góðkendir til at flúgva Airbus-flogfør.

– Hesar góðkenningar við tilhoyrandi skeiðum hava eitt marknaðarvirði á 250.000 krónur fyri hvønn pilotin, ið harvið hevur møguleikan at flúgva hjá Atlantic Airways í háárstíð, og sum kann royna aðrar avbjóðingar úti í heimi, tá minni er at gera um okkara leiðir.

– Atlantic Airways hevur ment pilotar, fyri eitt virði áljóðandi 4,2 milliónir krónur, ið kunnu brúka sínar góðkenningar at fáa starv aðrastaðni. Hetta er við øðrum orðum dømi um, at Atlantic Airways tekur virkið lut í at útbúgva føroyingar til flogvinnuna, sum er ein treyt fyri at menna føroyska flogvinnu, sigur nevndarformaðurin í Atlantsflog, Niels Mortensen.